Altjóða vinddagur er í dag 15. juni - men eingin vindur.
Síðan seinasta altjóða vinddagin eru tvær vindmyllulundir komnar afturat í miðøkinum og vindmyllulundin í Porkeri hevur fingið eyka útgerð fyri betur at kunna gagnnýta vindorkuna.
Men tá vindur og regn fara í summarfrí, fæst tíverri lítið burturúr grønu orkukeldunum í Føroyum, og tað er ein avbjóðing. Tí er umráðandi støðugt at arbeiða við fleiri loysnum á grønu kósini.
Mai í ár var óvanliga góður í mun til vindorku, men higartil í juni hava dieselverkini staðið fyri
86,5% av framleiðsluni.