Altjóða kjarnorkustovnurin IAEA hevur kallað saman til fundar um kjarnorkutrygd í Wien í juni sum avleiðing av óhappinum á Fukushima-kjarnorkuverkinum í Japan.
Fundurin verður fyri umboð á høgum stigi og verður hildin í døgunum 20. til 24. juni, upplýsir ein diplomatur fyri tíðindastovuni Reuters.
Handfaringin av kreppuni eftirmetast
IAEA vil hava limalondini at eftirmeta handfaringina av kreppuni, ið tók seg upp á kjarnorkuverkinum Fukushima í Japan eftir jarðskjálvtan og flóðalduna, ið raktu landið.
Fundarluttakararnir skulu eisini viðgera møguleikarnar at fyribyrgja einum líknandi óhappi aftur.