Altíð streymur – ein filmur um nýggja Sundsverkið

Altíð streymur – ein filmur um nýggja Sundsverkið

Fyrsta skotið varð latið av fyri nýggja Sundsverkinum seinnapartin í gjár. Nýggja Sundsverkið hevur til endamáls at tryggja elveitingina næstu árini, men verkið skal eisini vera tiltaksverk, tá øll orka á landi verður grøn í 2030.

Føroyska elkervið er avbyrgt og kann ikki fáa elorku frá øðrum londum á sama hátt, sum elkervini á meginlandinum. Nýggja Sundsverkið tryggjar neyðugu elorkuna í framtíðini samstundis, sum varandi orkukeldurnar verða útbygdar.

Í einum nýggjum filmi um Sundsverkið greiða Hákun Djurhuus, stjóri í SEV og David Reinert Hansen, verkætlanarleiðari frá nýggja Sundsverkinum og hví tað verður bygt.

Filmurin sæst her.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking