- Føroyar standa yvir fyri álvarsligum avbjóðingum á orkuøkinum. Framskrivingar vísa, at tørvurin á el-orku í Føroyum økist heilt nógv innan fá ár. Samstundis gerst olja støðugt dýrari, og samfelagið skal yvir til reinari og varandi orkukeldur. El-framleiðslan og -nýtslan í samfelagnum má og skal lagast til henda veruleika.
Hetta sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sum nú hevur fingið eina heildarætlan fyri el-orkuøkið í Føroyum, sum ein arbeiðsbólkur hevur gjørt.
Heildarætlanin vísir ein heilt øðrvísi máta at síggja orkuframleiðslu og -nýtslu. Yvirskipað leggur ætlanin upp til, at øll el-orkuframleiðslan á landi skal fara frá fossilum brennievnum, sum t.d. olju, og yvir til varandi orkukeldur.
Í stuttum mælir heildarætlanin m.a. til hesar broytingar:
Landið yvirtaka SEV
· Allar framtíðar orkuútbyggingar skulu miða eftir, at størsti parturin av el-framleiðsluni skal koma frá vindorku og seinni eisini sjóvarfallsorku.
· Vatngoymslur í sambandi við Pumped Storage-skipanir skulu javna og goyma vind- og sjóvarfallsorku.
· Olju- og møguliga gassrikin orkuverk skulu vera til at taka.
· El-netið skal endurnýggjast og lagast til fleiri veitarar av ymsum orkusløgum.
· Stýringin av el-netinum skal gerast dynamisk.
· El-nýtslumynstrið skal broytast, so jøvn el-nýtsla avloysir stór sveiggj í nýtsluni.
· EL-veitingin er so mikið avgerandi fyri samfelagið, at landsstýrið eigur at yvirtaka el-felagið SEV og hava yvirskipaðu stýringina av el-sektorinum í landinum.
· El-framleiðslan og el-netið, sum í dag eru savnað í sama felag, eiga at verða skild sundur.
· Fleiri aktørar skulu fáa møguleika at gerast framleiðarar til føroyska el-netið, so kapping kann fara fram.
· Gjøgnumskygni og eins viðgerð av øllum orkuframleiðarum skal tryggjast.
Týðandi partur av framtíðar orkupolitikkinum
Landsstýrismaðurin sær nýggju heildarætlanina fyri el-orkuøkið í Føroyum sum ein sera týðandi part av føroyska orkupolitikkinum frameftir.
- Nýggja heildarætlanin stingur djúpt og viðger avbjóðingarnar tekniskt, skipanarliga og búskaparliga. Hetta er eitt amboð, sum eigur at verða brúkt. Annars standa Føroyar um fá ár við einum ómetaliga álvarsligum trupulleika, sigur Johan Dahl, ið sum landsstýrismaður í vinnumálum umsitur el-veitingarmál í landsstýrinum.
Tíðindaskriv frá Vinnumálaráðnum