Almenn Ph.d.-verja og fyrilestrar um eløkið

Almenn Ph.d.-verja og fyrilestrar um eløkið

Fríggjadagin 24. juni kl. 13.00 fer Helma Maria Tróndheim at verja Ph.d.-ritgerð sína ‘Trygdarveiting fyri eini álítandi elveiting og einum støðugum elneti í eini 100% burðardyggari elskipan í Føroyum’.

Opponentar ella andmælingar eru Bogi Bech Jensen, professari, Fróðskaparsetur Føroya, Göran Andersson, professari, ETH Zürich og Thomas Ackermann, dr., Energynautics GMbH, Týskland.

Tiltakið, sum er alment, verður í Løkshøll, og umframt Ph.d.-verjuna er eisini forvitnisligir fyrilestrar á skránni.

Útlendsku andmælingarnir fara at hava hvør sína framløgu fyrrapartin.

Kl. 10.30 - Göran Andersson: Granskingaravbjóðingar við framtíðar elskipanini

Gøran Andersson heldur fyrilestur um týdningin av gransking á elorkuøkinum. Eisini kemur hann inn á hvørji serstøk øki eru serliga týdningarmikil at granska í fyri framtiðar elskipanina.

 

Kl. 11.15 - Thomas Ackermann: Burðardygg orka og elskipanir í oyggjasamfeløgum

Thomas Ackermann leggur fram um, hvat heimurin kann læra av burðardyggum elorkuskipanum í oyggjasamfeløgum.

 

Kl. 13.00 – Helma Maria Tróndheim verjir Ph.d.-ritgerð sína

Helma Maria hevur granskað í hvussu vit kunnu tryggja eina álítandi og støðuga elveiting, tá 100% av orkukeldunum eru burðardyggar og í ávísan mun óstøðugar.

Grøna kósin fram ímóti eini 100% burðardyggari elorkuframleiðslu á landi í 2030 hevur við sær ta avbjóðing, at tá ið ein stórur partur av elorkuni kemur frá varandi orkukeldum, er tað ein avbjóðing at tryggja, at tað altíð er nóg mikið til av orku, tí hesar eru tongdar at veðrinum og goymslumøguleikum.

Úrslitini frá hesi granskingarverkætlanini hava stóran týdning fyri orkuskiftið á føroyska elnetinum. Mannagongdirnar og royndirnar kunnu eisini brúkast at kanna onnur elnet, serliga líknandi elnet.

Til ber at fylgja við her

https://www.youtube.com/watch?v=SLqz765ba5c

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking