Allur heimurin tosar um eina nýggja elektrifiseringsbylgju

El fer í framtíðini at avloysa olju til flutning, upphiting og í ídnaðinum.

Evropa, Norðuramerika, Asia....um allan heimin verður nú tosað um 2. elektrifiseringsbylgjuna. Altso eitt nýtt tíðarskeið við vøkstri í gløggu (intelligentu) elnýtsluni.

- El fer at avloysa olju til flutning, upphiting og í ídnaðinum, tað veri seg í USA, Japan ella Danmark, segði Lars Aagaard, stjóri í Dansk Energi, undir einum ringborðkjaki í Cancun í Meksiko, har hann tosaði um Smart Grid við starvsfelagar við tilknýti til eløkið úr ymsu heimspørtunum.

Alsamt fleiri hugsa smart

Lars Aagaard staðfestir sambært danskenergi.dk, at eitt nú norður- og miðamerikanar og japanar nú eisinini seta fokus á elbilar, elriknar hitapumpur og aðra nýtslu av ravmagni og eitt styrkt undirstøðukervi, so framleiðsla og tørvur kunnu koblast saman á ein smartan hátt.

Á framleiðslusíðuni fyllir vindorka framhyggjandi nógv í flestu londum, men eisini kjarnorka og CO2-savning og -goymsla (CCS) á kola-, jarðgass- og biomassaorkuverkum fara at hava ein týðandi leiklut í alheims orkublandingini, verður mett.

Danmark slóðar fyri

- Kanska leggja vit ikki sama putlispælið, men brikkarnir eru teir somu, sigur Lars Aagaard, sum á fundinum legði fram Smart Grid-greiningina, sum Dansk Energi og Energinet.dk góvu út herfyri. Aagaard ivast ikki í, at mong onnur lond fara at skeita til royndirnar, Danmark fer at heysta av integreringini av støðugt vaksandi nøgdum av vindorku.

- Eg haldi, at vit ganga eini sera spennandi tíð á møti. Tey orkufeløg, ið finna røttu loysnirnar, hava ein alheims marknað at útflyta sítt knowhow til, sigur Lars Aagaard.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking