Tangaskipið "Alice" var á Sundi í gjár við 6.300 tonsum av olju til Sundsverkið.
Hetta er onnur oljulastin, ið er uppskipað á Sundi í ár.
Annanhvønn mánaða
SEV fær olju annanhvønn mánaða, eini hálvtsjeynda túsund tons í meðal hvørja ferð
3. mars var eitt skip á Sundi við stívliga 6.000 tonsum. Tann lastin kostaði umleið 28 mió. kr. v/mvg ella nøkulunda tað sama, sum øll oljunýtslan hjá SEV í 1999.
Tangarnir á Sundi eru fullir aftur.
"Alice" kemur fullfermd at bryggju.
Oljuútreiðslurnar tyngja
Tey 6.300 tonsini, ið komu í gjár, kosta eisini umleið 28 mió. kr. v/mvg.
SEV roknar í fíggjarætlanini í ár við oljuútreiðslum upp á tilsamans 117 mió. kr. Tá er lagt upp fyri oljupríshækkingum upp á 10 prosent. Við núverandi oljuprísum er tó greitt, at oljuútreiðslurnar fyri alt árið verða einar 20 mió. kr. hægri enn mett.
Meira enn 40 prosent av rakstrarútreiðslunum hjá SEV fara í dag til olju.
Á Sundi um fýra-tíðina seinnapartin í gjár.