Við asiatisku marknaðunum á odda vaks alheims vindorkukapasiteturin í fjør við 35,8 GW ella 22,5 pst. til íalt 194,4 GW.
Tað upplýsir Global Wind Energy Council sambært Ritzau.
Nýuppsetti kapasiteturin umboðar eitt virði upp á 47,3 mia. evrur (352 mia. kr.).
Kina 16,5 GW
Í 2010 var fyrstu ferð, at meira enn helvtin av vøkstrinum í nýuppsettum vindkapasiteti fór fram uttan fyri vanligu marknaðirnar í Evropa og Norðuramerika. Bara Kina stóð fyri 16,5 GW av nýuppsetta kapasitetinum í 2010.
Eisini onnur menningarlond India, Brasilia, Meksiko og Norðurafrika vóru við á kortinum í 2010. India setti upp 2,1 GW, Brasilia 326 MW, Meksiko 316 MW og Norðurafrika 213 MW.