Royndaralduorkuverkið hjá SeWave hevur fingið eitt álvarsamt skot fyri bógvin.
Landsstýrið vil ikki vera við í fíggingini av verkætlanini, og ES hevur tískil tikið sínar 11 mió. kr. í stuðuli aftur.
- Hetta er eitt stórt afturstig og kann møguliga bera í sær eitt somikið stórt bakkast fyri menningina av alduorku í Føroyum, at hon verður útsett í mong, mong Harrans ár, segði Páll á Reynatúgvu, nevndarformaður í SeWave, við útvarpið á middegi.
Byggiloyvi játtað
SeWave hevur fingið játtað byggiloyvi til verkætlanina frá Sands kommunu, og ES hevur játtað 11 mió. kr. í stuðuli sum part av FP6-rammuskránni.
Men nú hevur ES so tikið stuðul sín aftur.
- Orsøkin er, at landið hevur drálað somikið leingi við at taka støðu til sín part av fíggingini, at ES hevur mist tolið bæði við landi og felagi, sigur Páll á Reynatúgvu.
ES hevur sett sum treyt fyri stuðuli sínum, at landið eisini er við í fíggingini.
- Kemur landið ikki upp á aðrar tankar - og tað er neyvan væntandi - so noyðist nevndin í SeWave at fyrireika eina avtøku av felagnum ella møguliga sølu av aktivunum í felagnum, sigur nevndarformaðurin.
- Tað at ES hevur tikið stuðulstilsøgn sína aftur, má metast sum ein endalig uppgerð av felagnum, leggur hann aftrat.
Forsøgan hjá Sewave
Í 2002 gjørdu SEV og skotska alduorkufelagið Wavegen eina forkanning av eini møguligari bygging av einum royndaralduorkuverki í Føroyum. Ein frágreiðing varð skrivað um kanningina undir heitinum "Feasibility Study of a Wavegen Wave Energy Plant in the Faroe Islands" í mars 2003.
Sum tað sæst á hesi tekningini skuldi sjálvt royndaralduorkuverkið hvørki síggjast ella hoyrast, men vera undir havi og inni í bergi við íbinding í tunnil.
Hetta arbeiði tók støði í alduorkuverkinum LIMPET á skotsku oynni Islay og legði upp til nærri kanningar av møguleikanum at spreingja eitt verk inn í bergið.
Við støði í tí, ið komið var fram til í forkanningini, avgjørdu Wavegen og SEV at fara víðari við verkætlanini og stovnaðu eitt 50:50 partafelag undir navninum SeWave. Skotska felagið tók seg í fjør úr felagnum, og SEV hevur síðani átt tað einsamalt.
Høvuðsendamálið við felagnum var at menna og byggja eitt alduorkuroyndarverk við tunli á hóskandi staði í Føroyum.
Partapeningurin í SeWave er 3,6 mió. kr.
Umframt Páll á Reynatúgvu sita Hákun Djurhuus og Niels Olaf Eivindsson í nevndini í SeWave. Stjóri er Ólavur Gregersen.