Alcoa-verk í Grønlandi stendur og fellur við kinesiskari arbeiðsmegi

Alcoa setir sum treyt fyri at byggja eitt aluminiumsverk, at fyritøkan sleppur at innflyta túsundtals bíligar kinesiskar arbeiðarar - annars loysir ætlanin seg ikki.

Stóra altjóða aluminiumsfyritøkan Alcoa setir nú treytir fyri at byggja eitt aluminiumsvirki í Maniítsoq í Grønlandi.

Sambært business.dk í dag setir fyritøkan sum avgjørda treyt fyri at fara undir verkætlanina, at hon sleppur at innflyta bíliga kinesiska arbeiðsmegi til Grønlands.

Talan er um túsundtals kinesiskar arbeiðarar.

Hvat siga grønlendingar?

- Tað hevur ikki verið gjørligt at fáa eina viðmerking frá grønlendska landsstýrisformanninum, Kuupik Kleist, í dag, skrivar Business.dk.

- Sleppa vit ikki at innflyta kinesisku arbeiðsmegina, gera vit ongar íløgur í ætlaða aluminiumsbæðingarverkið, tvey stór vatnorkuverk og flutningskaðalar fyri ein samlaðan byggikostnað upp á 20 miljardir krónur, sigur Alcoa í skrivi til Kuupik Kleist sambært Business.dk.

Alcoa heldur, at aluminiumsverkætlanin fer ikki at loysa seg, um arbeiðararnir skulu hava grønlendskar lønir.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking