Trygdargóðskuskipanin, fíggjarætlanir við meira gjøgnumskygni og nýggj elveitingarlóg eru nøkur av evnunum á heystfundinum hjá umboðsnevndini 6. desember. |
Umframt vanligu fundarskránna verða trý áhugaverd evni viðgjørd á umboðsnevndarfundinum hjá SEV týsdagin 6. desember á Hotel Føroyum. Tað eru trygdargóðskuskipanin, fíggjarætlanir við meira gjøgnumskygni og nýggj elveitingarlóg.
SEV hevur søkt eftir rakstrarleiðara til trygdargóðskuskipanina, sum skal setast í verk og vera liðug í seinasta lagi 1. oktober 2006. Skipanin skal eitt nú tryggja, at starvsfólk hava neyðugu útbúgvingina til starvið, tey røkja, og at sakkunnleikin hjá starvsfólkunum støðugt verður hildin við líka. Trygdargóðskuskipanin skal eisini tryggja, at amboð og útgerð eru tøk til uppgávur, ið skulu fremjast.
Skipanin verður sett í verk sambært ískoytinum til sterkstreymsreglugerðina, ið kom í gildi 1. oktober 2005. Talan er um eina nýggja skipan, og tí hevur SEV bjóðað Per Ankerstjerne frá Dansk Energi, sum ráðgevir donskum elveitingarfyritøkum í slíkum viðurskiftum, at greiða frá høvuðsreglunum fyri trygdargóðskuskipanir.
Fíggjarætlanirnar hjá SEV fara frameftir at verða øðrvísi settar upp, so meira gjøgnumskygni fæst í ætlanirnar. Klaus Rasmussen, P/F Rasmussen og Weihe, fer at greiða frá nýggja uppsetingarháttinum.
Landsstýrið fyrireikar uppskot um nýggja elveitingarlóg. Oljufyrisitingin hevur hetta arbeiðið um hendi, og Sigurð i Jákupsstovu, stjóri á Oljufyrisitingini, fer at greiða frá hesum arbeiðinum.
Umboðsnevndarfundirnir eru almennir, og skráin fyri heystfundin hesaferð sær soleiðis út:
Kl. 09.30 | Umboðsnevndarformaðurin býður vælkomin. |
Kl. 09.40 | Per Ankerstjerne greiðir frá reglum fyri rakstrarleiðarar. |
Kl. 10.40 | Klaus Rasmussen, Rasmussen og Weihe, greiðir frá fíggjarætlanini. |
Kl. 11.40 | Sigurð í Jákupsstovu greiðir frá arbeiðinum við nýggjari elveitingarlóg. |
Kl. 12.30 | Døgurði. |
Kl. 13.30 | Uppskot til fíggjarætlan fyri komandi rakstrarár til góðkenningar. |
Kl. 14.30 | Kunning frá stýrinum um fíggjargongdina síðani ársfundin. |
Kl. 15.00 | Uppskot til fíggjarætlan fyri komandi rakstrarár til góðkenningar. |