Aftur kjarnorkutrupulleikar í Svøríki

Ringar royndir frá bretskum reaktori fáa nú sviar at skrúva niður fyri orkuni á Oskarshamn 2 fram til 2013, og í løtuni stendur reaktorurin púra stillur.

Ringar royndir frá bretskum reaktori fáa nú sviar at skrúva niður fyri orkuni á kjarnorkuverkinum Oskarshamn 2 fram til 2013, og síðani 15. august hevur reaktorurin staðið púra stillur, eftir at ein lágtrýstturbina varð eftirkannað.

Turbinan varð sett upp í 2009, men eitt havarí í eini sama slag turbinu í Bretlandi avdúkaði veikleikar í einum parti av konstruktiónini.

Hetta fekk Siemens til at kanna Oskarhamn 2, skrivar nyteknik.se.

- Turbinuhavarí áttu ikki at kunna elvt til beinleiðis skaðar á trygdarskipanina, sigur Klas Idehaag frá svenska Strålsäkerhetsmyndigheten (SSM).

Slitu seg leysar

Trygdarligi týdningurin av turbinutrupulleikunum var harafturímóti, at malandi partar av turbinunum slitu seg leysar og raktu eina oljuskipan.

Reaktoren verður ikki settur í gongd aftur fyrrenn 18. september, og tá verður tað við niðursettari ferð fram til 2013.

Seinastu árini hava fleiri teknisk brek verið á Oskarhamnsverkinum.

Oskarshamn fevnir um tríggjar reaktorar. Tann fyrsti varð tikin í brúk í 1972 og tann seinasti í 1985.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking