Ætlaða vindmyllulundin á Eiði minkar

Ætlaða vindmyllulundin á Eiði minkar
Vindmyllulundin við 6 myllum kemur ikki upp í ár; og skuldi hon ikki útsetast enn eitt ár, var mett neyðugt at minka hana niður í 4 myllur

Ein kæra av umhvørvisárinsmetingini av verkætlanini hevði við sær, at arbeiðast ikki kundi víðari við verkætlanini, og vandi var fyri, at hon varð útsett enn eitt ár.

Tað var serliga staðsetingin av tveimum av sunnastu myllunum, sum kæran snúði seg um, og tí hevur SEV við góðkenning frá Orku avgjørt at tillaga og minka verkætlanina í fyrsta lagi. Umhvørvisstovan hevur góðkent endurskoðaðu verkætlanina við 4 myllum, og søkt er um byggiloyvi til fyribils 4 E-82 Enercon myllur.

Tilgjørd mynd

"Koma vit á mál við øllum loyvum og góðkenningum innan rímiliga tíð, fer vónandi at bera til at seta 4 myllur upp komandi ár, meðan onnur staðseting verður funnin til tvær tær sunnastu myllurnar", sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV.

Arbeitt verður við møguligum loysnum í mun til tær báðar síðstu myllurnar, men hetta tekur tíð. Um øll neyðug loyvi verða fingin til vega til hesar báðar myllurnar, so verða tær í fyrsta lagi settar upp á sumri 2022 á øðrum stað á Eiði ella øðrum hóskandi stað.

Tilgjørd loftmynd av staðsetingini á Eiði

"Tað hevur skund at fáa fleiri vindmyllur upp, skulu vit gera okkum nakra hóming um at náa málinum um 100% burðardygga elorku á landi í 2030, og tað tekur tíð at fyrireika slíkar verkætlanir. Tí kunnu vit ikki útseta alla verkætlanina, men hugsavna okkum nú um at fáa hesar fýra myllurnar upp komandi ár", sigur Terji Nielsen.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking