Ætlaða pumpuskipanin í Heygadali metast av nýggjum

Til tess at fáa eina neyva búskaparliga greining, er neyðugt at gera nýggja kostnaðarmeting av verkætlanini, sigur Jarðfeingi.

Nógvar óvissur eru í sambandi við vind-pumpuverkætlanina í Heygadali í Vestmanna. Tískil er neyðugt við nýggjari kostnaðarmeting av verkætlanini.

Tað sigur Jarðfeingi.

Elveitingareftirlitið viðgjørdi í 2010 umsókn frá Røkt um loyvi til eitt vind-pumpuframleiðsluverk (pumped storage) í Heygadali.

Hetta er fyrstu ferð ein pump-to-storage skipan ætlast sett í verk í Føroyum, men tílíkar skipanir hava í nógv áratíggjur verið nýttar uttanlands, eitt nú í Eysturríki.

Nýggj tøkni

Tað sum tó ger ætlanina í Heygadali serliga, er, at talan er um at umskapa óstøðuga vindorku til støðuga vatnorku, við at vatnpumpan skal fáa streym frá vindmyllum. Hetta er ein nýggj tøkni, sum ikki í nakran serligan mun (ella als ikki) er roynd áður, sigur Elveitingareftirlitið.

Bæði SEV og Jarðfeingi hava gjørt ítøkiligar kanningar av einum møguligum vind-pumpuframleiðsluvirki í Føroyum.

Kanningin hjá Jarðfeingi byggir á ítøkiligu ætlanina hjá Røkt í Heygadali, men undir teirri fortreyt, at vatnpumpan verður drivin av vindorku í eini isoleraðari skipan ("stand alone"), t.v.s. uttan um almenna elnetið.

Kanningar eru gjørdar bæði við verandi byrgingum (í Heygadali og á Mýrunum) og við veitingartrygd við øktari vatngoymslu á Mýrunum.

Framleiðslan tvífaldað

Við útgangsstøði í verandi vatngoymslum og nominellum vindorkumátti, ið er 10 MW, vístu útrokningar hjá Jarðfeingi, at framleiðslan við vind-pumpuskipanini økist úr 24,5 til 50,7 mió. kWt. Økingin í orkuframleiðsluni, ið skal gjalda íløguna í vind-pumpuskipanina, er sostatt 26,2 mió. kWt.

Undir teirri fortreyt, at íløgan í pumpuskipanina verður 180 mió. kr., og hon verður afturrindað eftir 30 árum, er sambært útrokningunum hjá Jarðfeingi neyðugt, at orkuprísurin, ið vind-pumpuverkið fær, er hægri enn 65 oyru/kWt. Undir hesi fortreyt sær út til, at ein vind-vatn pumpuskipan kann verða kappingarfør í mun til termiska orku.

Nógvar óvissur

Jarðfeingi leggur tó dent á, at nógvar óvissur eru í sambandi við pumpuskipanina.

Jarðfeingi hevur eisini gjørt eina greining av, hvussu orkuprísurin frá skipanini er tengdur at nøkrum av parametrunum, ið kunnu broytast. Talan er fyrst og fremst um sjálvan íløgukostnaðin, men eisini rentustøðið kann hava stóra ávirkan á endaliga prísin.

- Fyri at fáa eina neyva búskaparliga greining, er neyðugt við nýggjum metingum av kostnaðinum fyri verkætlanina. Eisini er týdningarmikið at kanna, hvussu effektivar pumpuskipanirnar eru, tá tær verða drivnar við óstøðugari vindorku.

Samanumtikið er niðurstøðan hjá Jarðfeingi, at orku-kostnaðurin frá skipanini kann væntast at verða millum 60 og 90 oyru/kWt.

Loysir seg ikki

SEV hevur gjørt pumped storage-kanningar á Eiði og í Vestmanna.

Niðurstøðan av kanningunum er, at pumpuskipan á verandi grundarlagi ikki er ein háttur, sum loysir seg til góðsku av óstøðugari vindorku.

Umframt vindorku, vatnorku og pumped storage, kunnu eisini fleiri aðrir framleiðsluhættir gerast aktuellir í Føroyum í framtíðini. Sum dømi nevnir Elveitingareftirlitið kjarnorku, útlendskt kaðalsamband, sjóvarfalsorku og biobrenni.

Kelda: Ársfrágreiðingin hjá Elveitingareftirlitinum fyri 2009/2010.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking