SEV skal spara í minsta lagi 5 mió. kr. í rakstrinum í ár.
Til tess at royna at tálma útreiðslunum hevur nevndin tikið støðu til ein sparikarm á 5 mió. kr. í samtyktu fíggjarætlanini.
- Ikki av huga, men við ábyrgd móti búskaparstøðuni, felagið er komið í, sigur nevndin, sum í løtuni eisini roynir at tálma íløgunum. Samstundis ger hon vart við, at framtíðar gongdin kemur at gera av, um uppaftur størri inntriv eru neyðug.
Í hesum sambandi verður endurskoðað fíggjarætlan fyri 2011 løgd fyri eigararnar til góðkenningar á eykaaðalfundi um ein mánaða ella so.
Sleppa ikki undan príshækkingum
Nevndin dylur heldur ikki fyri, at príshækkingar eisini kunnu koma upp á tal:
- Einki er at taka seg aftur í, at um verandi oljuprísur stendur við og veksur í komandi tíðum, so verður neyðugt við príshækkingum, gjørdi Páll á Reynatúgvu, nevndarformaður, greitt á ársaðalfundinum seinnapartin.
Stendur verandi oljuprísur við ella veksur, so verður neyðugt við príshækkingum, sigur nevndin í SEV.
- Tað ber snøgt sagt ikki til at spara seg burturúr so ógvusligum príshækkingum, sum nú gera um seg á oljumarknaðinum. Vit kenna tað sum eina skyldu móti tykkum eigarum at gera vart við, at tøki peningurin hjá felagnum gongur undan við verandi gongd - uttan mun til, hvussu nógv verður spart, segði Páll á Reynatúgvu.
"Benchmarking" kanning sett í verk
Harumframt heldur nevndin tað vera avgerandi fyri fíggjarligu trygdina undir felagnum, at lánibyrðan ikki gerst ov tyngjandi í mun til dagliga raksturin. Felagið hevur sum endamál at skipa raksturin so kostnaðarlágan sum til ber, uttan at trygdin verður sett til viks.
- Hinvegin kunnu vit gleðast um hjálpina úr erva, tí ikki er ofta, at vindurin og vatnorkan stuðla so væl undir rakstur felagsins sum higartil í ár, vísti Páll á Reynatúgvu á.
Ein óheftur, útlendskur serfrøðingur er biðin um at sammeta raksturin hjá SEV við aðrar samsvarandi fyritøkur. Væntandi verður úrslitið tøkt í august.
Ein sokallað "Benchmarking" kanning er sett í verk. Endamálið við henni er at sammeta raksturin hjá SEV við aðrar samsvarandi fyritøkur. Eins og við uttanhýsis trygdarmetingini, sum er gjørd av felagnum, kemur henda at vera eitt amboð hjá felagnum, sum betrar um evnini at hyggja inneftir og samanbera úteftir. Kanningin verður gjørd av óheftum útlendskum serfrøðingi, og væntandi verður úrslitið tøkt um fýra mánaðir.
(myndir frá aðalfundinum koma um eina løtu)