Fimm vindmyllur upp á tilsamans 11,5 MW og eitt vatnorkuverk við seks pelton-turbinum skulu gera minstu kanarisku oynna, El Hierro, til heimsins fyrstu oyggj, ið er sjálvbjargin við varandi orku.
Longu um eitt hálvt ár skulu vindmyllur og pumpustøð verða klár, og í 2015 er ætlanin, at oyggin skal vera 100 prosent CO2-neutral.
Men beint nú sær veruleikin minni grønur út: El Hierro liggur 1.200 km frá spanska meginlandinum, og ongi ráevni eru á oynni, sum orka kann framleiðast burturúr.
Higartil hava teir stívliga 10.000 íbúgvarnir tikið til takkar við streymi frá einum dieselverki, sum fær olju frá tangaskipum eina ferð um vikuna.
Eina betri orkuframtíð
Gamla verkið hevur eitt CO2-útlát upp á 18.000 tons um árið. Tað hevur torført við at nøkta elnýtsluna hjá íbúgvunum, og oyggin hevur í fleiri ár verið rakt av mongum streymslitum. Hetta hevur fingið oyggjarbúgvarnar at hugsa øðrvísi, og nú verður arbeitt miðvíst við at tryggja El Hierro eina betri orkuframtíð:
Gera vindmyllurnar, ið skulu setast upp á landnyrðingssíðuni av oynni, har nógvur vindur er, meiri streym, enn íbúgvarnir brúka, skal orkan frá myllunum leiðast oman til eina pumpustøð niðri á strondini. Harvið verður avsaltað vatn pumpað úr eini 150.000 m3 stórari byrging tríggjar kilometrar upp eftir fjallasíðuni. Í stívliga 700 metra hædd verður tað savnað í eini 550.000 m3 stórari byrging í opinum á einum útkólnaðum gosfjalli.
Er vindurin ov lítil til at fáa myllurnar at mala, ella er elnýtslan hjá íbúgvunum ov stór, verður latið upp fyri ovaru byrgingini. Vatnið rennur so oman í niðaru byrgingina umvegis vatnorkuverkið, ið hevur ein samlaðan mátt upp á stívliga 11,3 MW.
Verkfrøðingafelagið Gorona del Viento, ið stendur fyri arbeiðnum, roknar við, at skipanin kann nøkta 80 prosent av nýtsluni hjá oyggjarbúgvunum, tá tað verður tikið í brúk síðst í hesum árinum. Í seinasta lagi 2015 skal hon nøkta 100 prosent.
Allir bilar elriknir
Tann 484 mió. kr. dýra verkætlanin verður stuðlað av spanska statinum og av ES. Spanska orkufelagið Endesa eigur 30 prosent í verkætlanini og Canary Institute of Technology 10 prosent. Síðstu 60 prosentini eiga myndugleikarnir á El Hierro.
- Í byrjanini snúði verkætlanin seg bert um at gerast meiri sjálvbjargin, sigur guvernørurin á El Hierro, Tomas Padrón, við tíðarritið Time.
- Men í ljósinum av alheims orku- og veðurlagstrupulleikunum, hava vit ásannað, at tað, vit eru í holt við, rúmar nógv størri perspektivum.
Nú dúvar El Hierro upp á at gerast heimsins mest burðardygga, nýmótans samfelag. M.a. eru ætlanir um at skifta allar bilarnar á oynni út við elbilar. Vistfrøðiligur landbúnaður er eisini komin væl áleiðis.
Spanskt konsept gevur grikkum íblástur
Tiltøkini hava vakt altjóða ans. Grikska oyggin Ikaria er í ferð við at kopiera konseptið. Eisini á Kreta og grikska meginlandinum umhugsa myndugleikarnir at fara undir líknandi vind- og vatnorkusamansetingar. Sama er galdandi fyri Madeira.
Í eini grein í New York Times sigur formaðurin í IHS Emerging Energy Research í Barcelona, Eduard Sala de Vedruna:
- El Hierro fer í fyrsta umfari at verða kopierað av øðrum oyggjum. Men sum frálíður fer skipanin eisini at verða brúkt í øðrum og størri samanhangi.
Og sum skilst fylgja stór orkufeløg í m.a. Kina og USA við ætlanunum á lítlu kanarisku oynni.