Á Venjingarskúlanum sløkkja tey við kontaktini

9.a á Venjingarskúlasnum fekk í dag handaða 2. virðislønina í kondisúkklukappingini hjá SEV.

9.a á Venjingarskúlanum í Havn vann 2. virðisløn í kondisúkklukappingini hjá SEV.

Vinnarin av kappingini, 9.b á Felagsskúlanum á Oyrarbakka, fekk herfyri handaða 1. virðislønina, sum var ein túrur fyri allan flokkin saman við lærarum á Hvonn í Havn at eta pizza við sodavatni afturvið og ísi omaná.

Sløkkið við kontaktini!

Fyrrapartin vitjaði 9. a á Venjingarskúlanum á øðrum sinni í ár á SEV - hesaferð fyri at fáa handaða 2. virðislønina, sum var ein troyggja í part til teir 25 næmingarnar í flokkinum við búmerkinum hjá SEV á og slagorðinum: Sløkkið við kontaktini!

Slagorðið skal minna næmingarnar á um ikki at lata eltólini standa á standby, men at sløkkja kontaktina í hvørjum einstøkum føri, tí annars halda tólini fram við at brúka streym.

Fyrru ferð, vit høvdu vitjan av teimum her í húsinum, var fyrst í februar, tá tey vóru her í undirvísingarørindum saman við flokslæraranum Onnu Mariu Jensen.

Boðskapurin er greiður: Sløkkið við kontaktini!

Liður í el-evnisdegi

Allir 9. flokkar í landinum hava ein el-evnisdag á SEV í vetrarhálvuni, har teir m.a. fáa undirvísing í orkusparing. Kondisúkklukappingin er liður í el-evnisdegnum, har flokkarnir eisini kappast um, hvør teirra kann súkkla mest kilowatttímar inn á súkklubarometrið.

Tilsamans 559 næmingar úr 30 flokkum vóru við í kappingini í vetur.

Orkuráðgevingin á SEV takkar øllum flokkunum fyri luttøkuna í ár og er longu farin at brynja seg til eitt nýtt umfar næsta skúlaár.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking