Ársins vinnari av Kondisúkklukappingini á SEV er funnin.
Vinnari er 9.B á Felagsskúlanum á Oyrarbakka, og fyrrapartin var Kristiana Rein, orkuráðgevi, norðuri á skúlanum og handaði sigrandi flokkinum próvskjalið, sum var undirskrivað av SEV-stjóranum Hákuni Djurhuus.
Liður í el-evnisdegi
Kondisúkklukappingin er liður í el-evnisdegnum, sum 9. flokkar úr øllum landinum hava á SEV í vetrarhálvuni. 30 flokkar við tilsamans 569 næmingum vitjaðu á SEV í hesum ørindum í vetur.
Allir flokkar uttan ein høvdu høvi at royna seg á kondisúkkluni. Kappast verður um, hvør flokkur kann súkkla mest kWh inn á súkklubarometrið.
Kristiana Rein, orkuráðgevi, handar Áka Olsen, umboði fyri 9.B, skjalið upp á, at flokkurin er ársins vinnari av kondisúkklukappingini millum 9. flokkar í Føroyum, sum SEV skipar fyri. Aftanfyri stendur ein stoltur flokslærari, Tanja Ejdesgaard, og lýður á.
Tann dagin, Hvalbiar skúli við 10 næmingum vitjaði, var súkklan tíverri í ólagi, so 559 næmingar hava roynt súkkluna í hesum umfari.
Hesi 559 súkklaðu tilsamans tað, ið svarar til 3,87 kWh ella 0.007 kWh í meðal fyri hvønn næming.
Súkklaðu fyri 23 oyru!
9.B á Oyrarbakka vitjaði á SEV 1. desember í fjør saman við flokslæraranum Tanju Ejdesgaard.
Teir 15 næmingarnir í flokkinum súkklaðu 0,206 kWh og gevur hetta 0.0137 kWh í meðal fyri hvønn næming.
Um sami prísur skuldi verið latin fyri hesar kilowatt-tímarnar, sum brúkarin letur fyri elorkuna frá SEV, høvdu næmingarnir á Oyrarbakka fingið 0,23 (!) oyru fyri alla orkuna, sum teir løgdu í súkklingina henda dagin á SEV.
Tíbetur var hetta ikki høvuðsvinningurin í kappingini, men harafturímóti ein túrur fyri allan flokkin og lærarar á Hvonn í Havn at eta pizza og sodavatn við ísi omaná.
- Vita tit, hví eg eri her í dag? spurdi Kristiana Rein, tá hon trein inn um dyrnar mitt undir undirvísingini fyrrapartin. Jaaaa! Vit hava vunnið! svaraði allur flokkurin aftur við einari tungu. Og tað var eisini júst tað, tey høvdu.
Ráðgeva eisini øðrum
Tað eru tó ikki bert skúlanæmingar, ið fáa orkuundirvísing á SEV í vetrarhálvuni.
Í september í fjør vitjaði ein flokkur av Heilsuskúla Føroya ein fyrrapart á SEV, har fyrilestur var um orkuráðgeving og elorkunýtslu í húsarhaldinum sum heild.
Í oktober vitjaði ein flokkur av bilsmiðum á Tekniska Skúla í Havn í somu ørindum, og í november vitjaði orkuráðgevin hjá SEV á Tekniska Skúla í Klaksvík.
Fólkaskúlalærarar á elorkudegi á SEV í oktober.
Í sama mánaða varð eisini skipað fyri einum elorkudegi fyri 20 fólkaskúlalærarum úr øllum landinum.
Orkuráðgevingin hevur eisini eftir áheitan vitjað nakrar barnagarðar í vetur.
Eisini telefonráðgeving
Nógv fólk venda sær eisini um telefon til orkuráðgevan at biðja um ymisk ráð.
- Serliga í januar og februar ringja fólk at spyrja um alt møguligt, serliga um elnýtsluna, í sambandi við at elrokningin verður send brúkarum í januar, sigur Kristiana Rein, orkuráðgevi.
Hesin 9. flokkurin úr Skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík vitjaði í síðstu viku sum tann síðsti í vetur í undirvísingarhølunum hjá SEV.
Umleið hálvthundrað fólk ringdu í hesum ørindum hvønn av teimum báðum mánaðunum, og eini 30 fólk læntu elorkumátara frá SEV í januar og februar. Hetta ber eisini til aðrar tíðir á árinum, alt eftir um og tá teir eru tøkir.
Nógv tilfar er eisini sent í postinum til fólk, ið hava havt eitthvørt at spyrja um, sigur Kristiana Rein.