80 pst. varandi orka í Grønlandi í 2020

- Hetta er eisini sannlíka markið fyri, hvat ið er realistiskt, sigur stjórin í grønlendska orkufelagnum Nukissiorfiit, Svend Hardenberg.

Vatnorkan í Grønlandi verður í løtuni munandi útbygd.

Harumframt roynir orkufelagið Nukissiorfiit seg fram við berghita, sólsellum, sólarhita og vetni.

Við 200 størri og smærri verkætlanum um árið fyri 500 mió. kr. hevur orkufelagið ein stóran leiklut í menningini av landinum við teimum 56.000 íbúgvunum.

- Vit eru størsti byggiharrin í landinum, sigur 41 ára gamli Svend Hardenberg, stjóri.

80 pst. varandi orku í 2020

60 pst. av streyminum og hitanum, sum Nukissiorfiit veitir í dag, kemur frá vatnorku. Talið hækkar til 70 pst. í 2013, tá nýggja vatnorkuverkið nærindis Ilulissat verður liðugt.

Svend Hardenberg heldur útlit vera fyri at koma upp á 80 pst. innan 2020, men væntar samstundis, at hetta eisini er sannlíka markið fyri, hvat ið er realistiskt.

Stóra avbjóðingin hjá Nukissiorfiit er yvirskotsorka um summarið og stór nýtsla um veturin.

Berghiti, sólsellur og vetni

Skjótt fær høvuðsskrivstovan í Nuuk ein tilbygning upp á 600 fermetrar, sum skal hitast upp við berghita. Tey trý falda tvey holini á 200 metrar eru longu borað.

Ætlanin er at seta bæði sólsellur og sólmóttøkutól á nýggja bygningin, sum skal bindast í royndarvetnisverkið hjá Nukissiorfiit, ið varð tikið í brúk í mars í ár, til tess at fáa greiði á, um henda tøknin hevur nakra framtíð í Grønlandi.

- Hugskotið er at pumpa hitan frá okkara kt-servarum niður í jørðina og brúka hann sum upphiting av nýggja tilbygninginum um veturin, sigur Hardenberg og leggur aftrat:

- Við at vit gera hetta, vísa vit øðrum í samfelagnum á tøkniligu møguleikarnar, sum vónandi kunnu geva teimum íblástur.

Elprísurin lægstur í Nuuk

Grønlendska sjálvstýrið eigur Nukissiorfiit, sum hevur skyldu til at veita el og vatn til 17 býir og 53 bygdir umframt fjarhita til 38 býir. Felagið eigur 34 oljurikin og fýra elrikin hitaverk.

Elverkini eru 115 í tali. Tey minstu veita bert streym til nøkur fá hús og standa í einum kontainara. Elprísurin er lægstur í Nuuk (1,59 kr/kWt), men flestastaðni er prísurin 2,98 kr/kWt.

70 pst. av gomlu el-vatn- og hitamálarunum eru skiftir út við elektroniskar málarar, ið verða fjaravlisnir.

Nukissiorfiit, SEV og orkufeløg í Íslandi samstarva í løtuni um at royndarkoyra elbilar í útnorði. NORA (stovnur undir Norðurlandaráðnum) stuðlar átakinum, sum byrjaði í fjørsummar og endar í heyst við eini felags frágreiðing til Norðurlandaráðið.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking