Mars er higartil grønasti mánaður til burðardygga elorku
Tríggjar út av fýra ferðum, tú tendraði ljósið ella kókaði ketilin í mars, var streymurin framleiddur úr vatni ella vindi.
Býtið av orkukeldunum í meginøkinum í mars var soleiðis: vindur 41%, vatn góð 32%, olja 25%, og biogass, sólorka og sjóvarfall tilsamans 2% av samlaðu framleiðsluni. Til samanberingar var grøna framleiðslan í meginøkinum í mars í fjør 46%.
Lýggja veðrið í mars royndist væl til burðardygga elframleiðslu. Í mun til mars í fjør brúktu vit góð 52% minni av olju, og fingu væl meira burturúr vatnorkuni.
Størsta framgongdin í mun til sama tíðarskeið í fjør er vatnorkuframleiðslan, sum er 91,3 prosentstig hægri í mars í ár enn í mars í fjør. Meðan vatnorkuverkini í mars í fjør framleiddu 6,9 GWt, kom vatnorkan í ár upp á góðar 13 GWt. Hetta kemst av, at tað var væl kaldari í veðrinum í fjør. Í mars í fjør var kalt við liggjandi kava, og vit fingu tað, vit rópa frostbinding. Miðal hitin í mars 2023 var 1,8 hitastig, meðan miðalhitin í mars 2024 var 4,5 hitastig.
Vindorkan royndist 54 prosentstig betur í mars í ár enn í fjør. Í høvuðsheitum er hetta partvís tí, at vindferðin var eitt vet hægri og partvís tí at nýggja stabiliserandi tøknin við battarískipan og synkronkompensatori ger mun.
Í mars í fjør var grøna framleiðslan 18 GWt, sum var 46% av samlaðu framleiðsluni, meðan grøna framleiðslan í mars í ár kom upp á 30,5 GWt, sum er 75% av samlaðu framleiðsluni. Samstundis var samlaða framleiðslan 3% hægri í mars í ár enn í fjør.
Suðuroyggin 77% grøn
Eisini í Suðuroy royndist grøna orkuframleiðslan betur í mars í ár enn í fjør
Eftirspurningurin eftir el í Suðuroy fall við hálvum øðrum prosenti, meðan grøna elorkuframleiðslan øktist góð 18%.
Minni fekst burturúr vatnorkuni, meðan vindorkuframleiðslan øktist. Orkubýtið í Suðuroy í mars var soleiðis: vindur 65%, olja smá 23%, vatn 12% og harumframt sól eitt hálvt prosent.