70 pst. av orkuframleiðsluni í Grønlandi varandi orka í 2013

Tá verður eitt nýtt vatnorkuverk, sum er tað næststørsta í Grønlandi, tikið í nýtslu í Ilulissat.

Almenna grønlendska el-, vatn- og hitafelagið Nukissiorfiit er í løtuni størsti byggiharrin í Grønlandi.

Hetta kemst av um- og nýbyggingum fyri umleið 500 mió. kr. um árið, sigur Nukissiorfiit m.a. í ársfrágreiðing síni fyri 2010.

Í 2010 umfataði byggivirksemið millum annað eitt vatnorkuverk nærindis Ilulissat, sum fer at kunna framleiða 65.000 MWh um árið.

Væntandi verður fyrsta turbinan longu sett í rakstur í november 2012, hóast verkið við trimum turbinum sambært byggisáttmálanum ikki skal latast eigarunum fyrrenn í 2013.

Tá koma 70% av samlaðu orkuframleiðsluni í Grønlandi frá varandi orku. Talan er í høvuðsheitum um vatnorku.

Aðrar stórar verkætlanir, ið eru í gongd á orkuøkinum í Grønlandi í løtuni, er víðkan av tiltakselverkinum í Nuuk, sum er mett at kosta 112 mió. kr., og eitt nýtt orkuhitaverk í Maniitsoq fyri 77 mió. kr.

Hægri elprísir í væntu

Grønlendska landsstýrið góðkennir prísirnar á el, vatni og hita eftir tilmæli frá Nukissiorfiit. Prísirnir skapa grundarlagið fyri støddini á rakstrartilskotinum, sum Nukissiorfiit hevur brúk fyri til tess at tryggja fyritøkuni eitt null-úrslit í rakstrarárinum.

Prísirnir skapa við øðrum orðum ikki grundarlag fyri, at fyritøkan fær yvirskot. Hetta fer - við stóra virkseminum hjá felagnum, við hartil hoyrandi rentuútreiðslum og avskrivingum, umframt ynskinum hjá landstinginum um lægri rakstrartilskot - sum frálíður at bera í sær hægri eindarprísir, ger Nukissiorfiit greitt í ársfrágreiðing síni.

Elprísirnir fyri vanlig húsarhald í Grønlandi liggja í løtuni millum 1,60 kr/kWh og 3,02 kr/kWh, alt eftir hvar í landinum brúkararnir búgva.

Stívliga 400 fólk starvast hjá Nukissiorfiit, harav 85 á høvuðsskrivstovuni í Nuuk.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking