Umframt at hava ábyrgd av, at veitingartrygdin og elgóðskan er nøktandi, hevur SEV sambært elveitingarlógini skyldu at framleiða og flyta el til allar íbúgvar í landinum.
Sum er eru 7 oyggjar ikki samanbundnar við elnetið í meginøkinum. Tær eru Suðuroy, Koltur, Mykines, Skúvoy, Fugloy, Lítla Dímun og Stóra Dímun. Hesar oyggjar hava síni egnu elverk, sum SEV eigur.
Meginparturin av elframleiðsluni í Føroyum verður framleiddur á 10 stórum framleiðslustøðum (góð 98%), meðan ein lítil partur (undir 2%) verður framleiddur á teimum 17 smáverkunum (harav 9 flytilig), sum ikki eru knýtt í høvuðsnetið.
Framleiðslan á smáverkunum er øll grundað á dieselolju, har framleiðsluútreiðslurnar eru lutfalsliga stórar.
280 mió. kWt
Samlaða elframleiðslan í Føroyum í 2010 var 280 mió. kWt. Ein vøkstur upp á 1,8% í mun til 2009.
29% av framleiðsluni vóru frá varandi orku ímóti 39% árið fyri. Høvuðsorsøkin til stóra fallið var, at 2010 var eitt óvanliga turt ár.
Býtið millum vatn-, vind- og oljuframleiðslu í 2010 var í avrundaðum tølum ávikavist 69.000 MWt, 12.500 MWt og 198.500 MWt.
Vatn og vindur
Vatnorkan verður framleidd á vatnverkunum í Vestmanna, í Botni, á Eiði og á Strond.
SEV hevur einkarrætt at nýta vatnorkuna til elmegi í 50 ár, frá 1963 til 2013. Sostatt gongur einkarrætturin út um smá tvey ár.
Vindorkan umboðar í løtuni 4-5% av samlaðu elframleiðsluni. Í løtuni eru 7 vindmyllur í Føroyum - tríggjar á Mýrunum í Vestmanna, sum sp/f Røkt eigur, og 4 í Neshaga í Eysturoynni, sum SEV eigur.
Elveitingareftirlitið, sum síðani 1. januar 2009 hevur umsitið vindorkuna, hevur boðið 3 MW av vindi út aftrat, og fimm umsøkjarar eru undangóðkendir at søkja um endaligt loyvi. Umsóknarfreistin er 11. februar.
Netvirksemið
Umframt at standa fyri 98% av elframleiðsluni (Røkt framleiðir írestandi 2%), eigur og rekur SEV eisini føroyska elkervið.
Netvirksemið er bindiliðið millum framleiðsluverkini og brúkaran. Netvirksemið fevnir um (ikki dagførd tøl, sum tí skulu takast við fyrivarni) 455 transformarastøðir (býttar á 6, 10, 20 og 60 kV anlegg), 24.000 málarar, 5.674 0,4 kV kápilskáp, 443 km av linjum, 1192 km av landkaðalum og umleið 25 km av sjókaðalum.
Transformarar eru á 13 oyggjum.