Sjálv kappingin
Kappingin í alisfrøði ímillum allar 7. flokkar í Føroyum, sum SEV skipaði fyri, er av á hesum sinni. Í sjálvari alisfrøðiskappingini, sum vardi í 7 vikur, fingu flokkarnir spurningar sendandi hvønn mánamorgun í 7 vikur, síðani høvdu tey 7 dagar at svara spurningunum. Fyri hesi svar fingu tey ávís stig alt eftir, hvussu fáir feilir tey høvdu í svarinum. Í hesum parti av kappingini luttóku 19 flokkar. Hesin parturin av kappingini endaði mánadagin 25. februar 2008.
Skapandi verkætlanin
Seinni partur av kappingini var ein skapandi verkætlan um, hvussu næmingar í 7. flokki hildu, at orkustøðan á skúlunum fór at vera í 2015. Tey kundu koma við hugskotum um, hvat kann gerast at fáa orkustøðuna, soleiðis sum tey hildu, at hon skal vera. 12 flokkar lótu inn eina skapandi verkætlan. Fyri at lata verkætlan inn fingu hesir 12 flokkar 2000 stig hvør. Í hesum partinum av kappingini var ein “kreativ dómsnevnd”, sum valdi fimm tær bestu verkætlanirnar til framførslu í Norðurlandahúsinum hósdagin 27. mars 2008.
Framførslur í Norðurlandahúsinum
Tær fimm bestu verkætlanirnar vóru hesar:
1. Eiðis skúli hevði gjørt eina heimasíðu um orkunýtsluna á skúlanum
2. Skúlin á Ziskatrøð hevði gjørt ein film um at gagnnýta ymiskt rusk til húsabygging, t.d. ull til bjálving og pappír og papp til bygningsplátur.
3. 7.b á Eysturskúlanum hevði gjørt ein film um orkustøðuna á teirra skúla
4. 7.b á Venjingarskúlanum hevði framløgu við Power Point, modell av orkuskipanum og sang
5. 7. fl í Kommunuskúlanum hevði gjørt fullfíggjaða ætlan yvir orkustøðuna í 2015 í teirra skúla.
Dømingin
Eftir framløgu og døming var støðan tann, at samanløgdu stigini góvu hesi úrslit:
Høvuðsvinningin vann 7. flokkur á Ziskatrøð í Klaksvík
2. vinningur fór til 7. fl. í Kommunuskúlanum í Havn
3. vinningur fór til 7.b á Venjingarskúlanum í Havn
4. vinningur fór til 7.b í Fuglafjarðar skúla
5. vinningur fór til 7.a í Fuglafjarðar skúla
Grundin til, at flokkarnir í Fuglafirði eisini vunnu, var hon, at teir í alisfrøðiskappingini høvdu so mong stig, at tey fóru fram um hinar flokkarnar.
Vinningarnir
Høvuðsvinningurin var ein vikuskiftisferð fyri allan flokkin til Íslands, væl stuðlað av Atlantic Airways og av NATA.
2. vinningur var ein bowling og pitsa fyri allan flokkin.
3. vinningur var biograftúrur við pitsa fyri allan flokkin
4. vinningur var ein SEV-hettutroyggja til allan flokkin
5. vinningur var ein SEV-troyggja til allan flokkin
Myndir frá hátíðarhaldinum í Norðurlandahúsinum kunnu síggjast her.