60 kV samband um Tangafjørð

Í næstu viku fer kaðalskipið, Nautilus Maxi, at leggja ein 60 kV kaðal um Tangafjørð - ímillum Raktanga og Kallanes. Kaðalin er liður í nýggja 60 kV sambandinum millum Sund og Skálabotn

Í seinnu helvt av næstu viku verður farið undir at leggja ein 60 kV kaðal um Tangafjørð - ímillum Raktanga og Kallanes. Kaðalin er partur av nýggja 60 kV sambandinum millum Sund og Skálabotn.

Arbeiðið verður gjørt við kaðalskipinum, Nautilus Maxi, sum er á veg til Føroyar við sjókaðlinum, ið er framleiddur á kaðalverksmiðjuni Nexans í Norra. Ferðin til Føroyar tekur fýra samdøgur, og skipið kemur á Havnina um vikuskiftið.

60 kV sambandið millum Sund og Skálabotn kann metast sum ein eyka pulsæðr á elnetinum, tí tað verður munandi lættari at flyta elorkuna runt á netinum. Nýggja 60 kV sambandið hevur m.a. til endamáls at halda veitingartrygdina á sama høga støði alt árið - eitt nú tá árligt eftirlit skal gerast á teimum stóru mastrunum á fjøllunum.

SEV hevur lagt ein 60 kV kaðal úr Skálabotni út á Raktanga, og hinumegin fjørðin er lagdur ein 60 kV kaðal av Kallanesi niðan á Sundsverkið. Sjókaðalin um Tangafjørð er sostatt síðsti parturin av 60 kV sambandinum millum Sund og Skálabotn, sum ætlandi verður tikið í nýtlsu um hálvan august.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking