53 pst. av elframleiðsluni í februar komu frá varandi orku

Elframleiðslan higartil í ár at kalla tann sama sum somu tíð í fjør.

Nógva regnið í februar sást týðuliga aftur í elframleiðsluni henda mánaðin.

Ikki minni enn 47,5 pst. av elframleiðsluni í februar komu frá vatni. Saman við teimum sløku 6 pst., ið komu frá vindi, var parturin av framleiðsluni, ið stavaði frá varandi orku, sostatt útivið 53 pst. í februar.

Sama mánaða í fjør stóð hesin parturin av framleiðsluni bert fyri sløkum 26 pst. ella eini lítlari helvt, vísir ein uppgerð frá framleiðsludeildini hjá SEV.

Vøkstur upp á 0,3 pst.

Samlaða elframleiðslan í februar var upp á 23.267 MWh ella 0,3 pst. størri enn í sama mánaða í fjør.

Í januar var framleiðslan 0,6 pst. minni enn í januar í fjør, so samanlagt hevur elframleiðslan tveir teir fyrstu mánaðirnar í ár verið 48.380 MWh ella 0,2 pst. minni enn somu tíð í fjør.

Framleiðslan í meginøkinum í februar var 1,5 pst. størri enn í februar í fjør, meðan framleiðslan í Suðuroy var sløk 12 pst. minni.

Minus í Suðuroy

Tveir teir fyrstu mánaðirnar í ár hevur framleiðslan í meginøkinum verið 0,6 pst. størri enn somu tíð í fjør, meðan framleiðslan í Suðuroy hevur verið 8 pst. minni.

Í tólv mánaðarskeiðnum frá 1. mars í fjør til 28. februar í ár var samlaða elframleiðslan upp á 280.225 MWh ella 1,6 pst. størri enn í sama tíðarskeiði árið fyri.

Framleiðslan úr varandi orku higartil í ár stendur fyri 45,5 pst. ímóti sløkum 30 pst. somu tíð í fjør.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking