Nú fyrsti ársfjórðingur í 2011 er lagdur afturum, kann staðfestast, at sløk helvtin av elframleiðsluni í Føroyum higartil í ár er frá varandi orku.
Nýggjasta uppgerðin hjá framleiðsludeildini á SEV vísir, at tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár eru stívliga 47 pst. av elframleiðsluni komin frá vatni og vindi - ávikavist 40,8 og 6,4 pst. Írestandi sløku 53 pst. stava frá oljuriknu verkunum.
Somu tíð í fjør komu bert 31,4 pst. av framleiðsluni frá varandi orku ella sløk 16 pst. minni enn tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár.
Í marsmánaða komu eisini góð 47 pst. av elframleiðsluni frá vatni og vindi - ávikavist 41,1 og 5,9 pst. Sama mánaða í fjør komu bert 34,7 pst. frá vatni og vindi (30/4,7).
Februar skaraði framúr
Besti mánaði til varandi orku higartil í ár hevur verið februar við stívliga 58 pst. (!) - 51,9 pst. av vatni og 6,4 pst. av vindi.
Í januar komu sløk 38 pst. av elframleiðsluni frá varandi orku.
Framleiðslan higartil í ár hevur verið 4 pst. minni enn somu tíð í fjør, 70,2 GWh tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár ímóti 73,1 GWh somu mánaðir í fjør.
Fiskavirking høvuðsorsøkin
Minkingin í framleiðsluni higartil í ár stavar í høvuðsheitum frá, at Fiskavirking fór á húsagang og øll virkini hjá felagnum lótu aftur.
Higartil í ár hevur elframleiðslan í meginøkinum verið 3,7 pst. minni enn somu tíð í fjør, meðan framleiðslan í Suðuroy hevur verið 7,3 pst. minni. Í mars var framleiðslan í meginøkinum -3,3 pst. og í Suðuroy -5,6 pst. í mun til sama mánaða í fjør.