Stóra spariátakið hjá SEV, Brúka minni, hevur tendrað fleiri túsund føroyingar. Tað vísir spennandi kappingin, sum SEV hevur havt á heimasíðuni, www.brukaminni.fo. Ikki færri enn 4.565 fólk fóru inn á heimasíðuna at luttaka og lesa um, hvussu tey kunnu spara streym. Ein stuttligur liður í átakinum er kappingin, sum endar í dag.
Føroya Tele, Skousen og LEDfo hava verið so beinasom at lata vinningar til kappingina. Tað eru vit ómetaliga takksom fyri. Vinningarnir eru stak góðir: ein iPad2 og ein iPhone4 við haldum, ein superlágorku- frystiboks og pakkar við LED-perum til tríggjar vinnarar. Fyri at luttaka í kappingini kravdist, at tú fór inn á
www.brukaminni.fo og gjørdi ein sáttmála um, hvussu tú ætlar at brúka minni við hús. Og tað hava, sum nevnt, heili 4.565 fólk gjørt. Vit takka tykkum øllum hjartaliga og kunngera, at hesi fimm fólkini hava ognað sær stóru vinningarnar:
Hanna Thomsen hevur vunnið ein iPad2 við Donglahaldi í tríggjar mánaðir og eina iPhone4 16GB við Tosa- og Flagsahaldi í tríggjar mánaðir frá Føroya Tele. Malan Joensen hevur vunnið eina 321 litra superlágorkufrystiboks frá Skousen. Ann-Mari Rubecksdóttir hevur vunnið 10 LED-perur frá LEDfo. Óli Jøkladal hevur vunnið 10 LED-perur frá LEDfo. Teitur Arge Seloy hevur vunnið 10 LED-perur frá LEDfo.
SEV ynskir hepnu vinnarunum hjartaliga til lukku. Fram um alt gleðir tað okkum í SEV, at vit í felag kunnu royna at vera meira skynsom á orkuøkinum. Tað tænir okkum øllum fíggjarliga beint nú og umhvørvi okkara frameftir