Fram til 31. mai í ár hevur grøna orkuframleiðslan ligið á 42 prosentum, býtt á ávikavist vatnorku, vindorku og sólorku.
Vatnorkan stóð fyri 27 prosentum, vindorkan fyri 15 prosentum og sólorkan fyri 0,03 prosentum. Hetta er ein afturgongd á 3 GWt, sum er sløk 14 prosent fyri vindorku í mun til sama tiðarskeið í fjør, og eina framgongd á 6 GWt, sum er góð 14 prosent fyri vatnorku í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Afturgongdin í vindorkuframleiðsluni er lutvíst orsakað av niðurregulering av vindorkuframleiðslu í sambandi við royndarkoyring av støð 3 á Sundi, og lutvíst orsakað av, at tríggjar myllur hava generatorfeil.
Elframleiðslan úr olju var 96,7 GWt, sum er ein vøkstur á 5 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør, tá framleiðslan á termisku verkunum var 92,1 GWt.
Grønari mai
Vanliga er grøna framleiðslan ikki stór í mai, tá veðrið ofta er stilt og turt. Soleiðis var eisini í ár, tó at grøna orkan var hægri enn sama tíðarskeið í fjør. Grøna orkuframleiðslan var 6,7 GWt í mun til 5,2 GWt í mai í fjør. Vatnorkan var sløk 21 prosentpoint hægri og vindorkan góð 33 prosentpoint hægri enn í mai 2019. Elframleiðslan úr termiskari orku var eisini smá 2 prosentpoint hægri í mai í ár.
Meiri vindur var í mai í ár enn í fjør. Miðal vindferðin í Húsahaga og Neshaga í mai í ár var ávikavist 7,4 m/sek og 8,1 m/sek. Í mai í fjør var meðal vindferðin ávikavist 5,9 m/sek og 6,6 m/sek í Húsahaga og Neshaga.
Samlaða elframleiðslan í mai øktist við 6,4 prosentum í mun til mai í fjør. Hetta er ein lægri vøkstur, enn vit hava sæð seinastu tvey árini, tá vøksturin í elframleiðsluni hevur ligið um tey 10 prosentini.
Sólorkan
Serliga spennandi hevur verið at fylgt við gongdini í sólorkuframleiðsluni i Sumba í mai. Framleiðslan hevur roynst sera væl og hevur sett fleiri met dag um dag.
Mesta framleiðslan í tíðarskeiðnum var 31. mai, tá elorkuframleiðslan úr sólorku var 1,633 MWt. Samlaða framleiðslan í mai var 30,9 MWt, sum svarar til miðalmánaðarnýtsluna hjá 73 húskjum. Higartil í ár hevur sólorkulundin framleitt 54,3 MWt.
Tá sólríku dagarnir í apríl byrjaðu, vístu seg onkrir smávegis trupulleikar við skipanini, sum blivu rættaðir, og síðani hevur støðugt gingið framá – sum dagarnir leingjast.