33 prosent av varandi orku í Danmark í 2020

Stendur tað til donsku stjórnina hækkar parturin av varandi orku í Danmark úr 19 til 33 prosent í 2020.

Orkuætlanin hjá donsku stjórnini er lutfalsliga ítøkilig fram til 2020, og til ta tíð fer Danmark - stendur tað til stjórnina - at brúka 33 prosent minni av fossilum brennievnum (koli, olju og gassi), og parturin av varandi orku er hækkaður úr 19 til 33 prosent.

Tað skrivar danskenergi.dk, ið heilsar ætlanini vælkomnari.

Tyngsta byrðan næstu tíggju árini liggur á eløkinum. Parturin av eli, framleidd úr vindi, biomassa og øðrum grønum orkukeldum, skal sambært ætlanini hækka úr 29 til heili 62 prosent. Í 2020 fer vindorka at nøkta 42 prosent av elnýtsluni.

2.000 MW av vindi

Ítøkiliga lovar stjórnin nú at arbeiða fyri eini 600 MW sjómyllulund á Kriegers Flak í Eystursjónum, 400 MW vindmyllum stutt úr landi og 500 MW vindmyllum á landi. Sambært Lykke Friis, veðurlags- og orkumálaráðharra, hava kommunurnar nú funnið øki til nýggj 1.000 MW á landi.

Stjórnin ætlar eisini at dúva upp á biomassa ístaðin fyri kol í teimum stóru býunum, og fer hetta sambært ráðharranum at skera ein fjórðing av kolanýtsluni burtur.

Orkufeløgini fáa ein lyklaleiklut í at tryggja upp aftur fleiri orkusparingar. Skyldurnar skulu økjast 50 prosent frá 2013 og 75 prosent í 2017-2020. Fokus skal snarast frá 2013, so orkufeløgini í størri mun taka sær av málum um umvæling av bygningum og skiftum frá oljufýrum og jarðgassketlum til upphiting við varandi orku - herundir fjarhita og hitapumpur.

Frá 2017 verður ikki loyvt at seta upp nýggjar oljufýrar í verandi bygningum, og longu frá 2012 verður sambært stjórnini bannað at brúka olju- og gassfýrar í nýggjum bygningum.

 


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking