SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   30 spennandi ár hjá SEV

30 spennandi ár hjá SEV

- Tað hava verið 30 spennandi og fjølbroytt ár við nógvum avbjóðingum.

Palli Mortensen, verkmeistari á Vágsverkinum, hevur ábyrgdina av elframleiðsluni í Suðuroy.

- Tað hava verið 30 spennandi og fjølbroytt ár við nógvum avbjóðingum, sigur Palli Mortensen, verkmeistari á Vágsverkinum, sum í dag hevur 30 ára starvsdag hjá SEV.

Palli Mortensen var avloysari á verkinum á Tvøroyri, áðrenn hann fór í fast starv sum maskinmeistari 15. november 1975. Hann lærdi til maskinmeistara hjá reiðarínum, ØK, og tók víðkaða maskinmeistaraprógvið í Keypmannahavn. Undir útbúgvingini og sum útlærdur maskinmeistari sigldi Palli við skipum hjá ØK í tvey ár.

Tá Vágsverkið var liðugt í 1983, varð Palli settur sum verkmeistari og fekk harvið eisini leiðsluna á verkinum í Botni og gamla Tvøráverkinum. Palli Mortensen hevur sostatt dagligu ábyrgdina av elframleiðsluni í Suðuroy.

- Suðuroyggin er væl fyri, tá talan er um elveiting. Eftir at vit útbygdu Vágsverkið við einum motori afturat í fjør, er altíð nóg mikið av mátti at nøkta tørvin í oynni. Nýggi motorurin kann einsamallur ravmagna alla Suðuroynna, um brek er á hinum motorunum ella á vatnorkuverkinum í Botni, greiðir Palli Mortensen frá.

Palli minnist aftur á mangar illveðursnætur hesi 30 árini, men serliga væl minnist hann eina náttina í 1987, tá vatnflóð var á Botnaverkinum.

Teir málaðu rørini, sum ganga oman á verkið úr tunlinum úr Vatnsnesvatni, bæði innan og uttan. Neyðugt var at lækka vatnstøðuna í Vatnsnesvatni, og tí lótu teir ventilin upp í byrgingini, so onki rann ígjøgnum tunnilin og rørini.

- Men tað fór at regna so illa, at vatnstøðan hækkaði, hóast ventilurin var opin. Úrslitið var, at vatn kortini fór ígjøgnum tunnilin og rørini. Vatnið rann inn á verkið, tí turbinan var ikki klár at taka ímóti. Vatnstøðan var ein metur á gólvinum á Botnaverkinum, men eg lat hurðarnar upp, og tað hjálpti beinanvegin. Jú sanniliga hevur tað verið spennandi, sigur Palli Mortensen.

Palli er 62 ára gamalur. Hann er giftur við Naiu Mols Mortensen, og tey eiga trý vaksin børn.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking