Amerikanska Verdant Power hevur søkt um loyvi at seta 30 sjóvarfalsmyllur upp í East River við einum samlaðum mátti á umleið 1 MW.
Sjóvarfalsmyllurnar skulu eftir ætlanini setast upp næstu trý árini og skulu gera streym til elnetið. Hetta verður sostatt fyrsta sjóvarfalsverkið, ið letur streym inn á almenna netið í USA, skrivar ing.dk.
Talan er um 3. stig av eini sjóvarfalsverkætlan undir heitinum RITE (Roosevelt Island Tidal Energy), sum Verdant Power stendur fyri við stuðuli frá ymiskum New York-myndugleikum.
Tvey tey fyrstu stigini umfataðu menning av eini prototýpu á landi og síðani uppseting av seks sjóvarfalsmyllum á 35 kW í East River til testingar í tíðarskeiðnum 2006-2008.
Vænta svar innan ein mánaða
Nú snýr tað seg so um 3. stig, ið umfatar 30 sjóvarfalsmyllur í dagførdari útgávu av sokallaða ’Free Flow System’, sum skal gera streym til almenna elnetið. Tey seks prototýpuverkini gjørdu streym til tvær lokalar fyritøkur.
Sambært umsóknini til Federal Energy Regulatory Commission (FERC) hava verkini ein ’water-to-wire’ effektivitet á millum 30 og 40 prosent.
Felagið væntar at fáa svar uppá umsókn sína innan ein mánaða.