Í gjár kundi SEV hátíðarhalda, at 3. turbinan á Eiðisverkinum varð tikin í nýtslu. Í hesum sambandi vóru umleið 100 fólk komin saman til móttøku á Eiðisverkinum, tá ið landsstýrismaðurin í orkumálum Johan Dahl trýsti á knøttin og setti turbinuna í gongd.
Hákun Djurhuus, stjóri beyð vælkomin, og takkaði hann starvsfólkum og veitarum fyri vala arbeiði. Síðani gav hann orðið til Finn Jakobsen, deildarstjóra sum greiddi frá um nýggju turbinuna og frá arbeiðinum við víðkanini av verkinum og vatnveitingarskipanini.
Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV helt røðu og segði m.a.: “At vit eru enn einaferð komin saman um eitt stórt átak, sum vónandi verður ein “suksess, og sum SEV stendur á odda fyri,”. Vit hoyra í tí dagliga ikki so nógv um tey átøk, sum SEV stendur á odda fyri. Men tað mugu vit, fyri ein part, taka á okkara egna kappa. Men hesi átøkini eru av slíkum slag, at tey krevja nógv av okkara starvsfólkum. Vit eiga starvsfólk sum duga sítt arbeiði, og vit skulu vera takksom fyri, at tey so hegnisliga føra felagsskapin fram á leiðini. Her hugsi eg bæði um tykkum, sum eru í starvi hjá SEV, og tykkum sum eru entreprenørar fyri SEV.”
Í røðu síni segði Jákup Suni Lauritsen eisini: “At SEV hevur megnað at hildið tørn, nátt og dag, ár um ár. Ábyrgdin er rættiliga stór, tá tað um veiting av el umræður. Vit taka tað fyri givið, at ljósið tendrar, tá vit trýsta á kontaktina, og so skal eisini vera.
Stóra avbjóðingin í dag er tann alt dýrari oljan. SEV brúkar uml. 900 tons av olju um vikuna, hesar dagarnar turkur er. Vit kunnu loysa ein part av hesum trupulleika við at seta fleiri vindmyllur upp, og tað hevur SEV eisini ætlanir um. Í august í ár verða 5 nýggjar ENERCON myllur settar upp í Neshaga, og SEV hevur umsókn inni hjá Landsstýrinum, um at fáa loyvi at seta uml. 13 myllur upp omanfyri Havnina. Hetta er ætlað sum ein royndarætlan.
Land og kommunur saman við ávikavist Jarðfeingi og SEV eru í samráðingum um, hvørji ráð eru til at taka í sambandi við framtíðarorkuveiting í Føroyum. Vón okkara er, at vit saman kunnu finna ein leist, sum gagnar øllum føroyingum, ikki bara teimum sum nú liva, men eisini teimum, sum í framtíðini skulu byggja land.
Til seinast vil eg vegna nevndina í SEV takka tykkum, sum hava latið hetta megnarverk úr hondum. Bæði tykkum á SEV og tykkum øllum veitarum.”
Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður og Hákun Djurhuus, stjóri
heilsa upp á Johan Dahl, landsstýrismann í orkumálum
Síðani fekk Johan Dahl, landsstýrismaður orðið sum ikki var sørt errin av forfedrum sínum suðuri í Vági, sum vóru við til at leggja lunnar undir fyrstu vatnorkuútbyggingina í Føroyum, sum var í Botni. Johan Dahl nevndi harumframt: “At omanfyri 40% av elframleiðsluni kemur sum er frá varandi orkukeldum. Hetta er í sær sjálvum eitt megnar avrik. Og SEV hevur sett sær størri mál. Stórar útbyggingar innan grøna orku liggja fyri framman. Eiðisverkætlanin er bert ein av fleiri slíkum átøkum.
Hendan nýggja turbinan er sjálvsagt ein liður í hesi tilgongd. Tøknin er ment munandi, síðan tær fyrru turbinurnar vórðu settar upp, og gevur hendan útbyggingin bæði møguleika fyri, at økja um nøgdina av grønari orku sum verður framleidd og at framleiða meira skynsamt.”
Johan Dahl segði eisini: “Sum landsstýrismaður í orkumálum gleðist eg tí stórliga um, at kommunurnar og landsmyndugleikarnir fyri kortum eru byrjað upp á eitt mennandi samstarv um framtíðarleistin fyri orkuøkið, har vit í felag kunnu finna fram til bestu loysnir innan útbyggingar og um, hvussu marknaðurin skal skipast. Meira varandi orka er einasti vegurin fram. Og vit røkka bara á mál, um SEV og landsmyndugleikarnir í felag lyfta saman.
Eg vil at enda ynskja kommunum og SEV tillukku við nýggju turbinuni og góða eydnu við Eiðisverkætlanini framyvir.”
Johan Dahl, landsstýrismaður o.o. lýða á, meðan Finn Jakobsen,deildarstjóri
greiðir frá nýggju vatnturbinuni
Um víðkanina av Eiðisverkinum er harumframt at siga, at í sambandi við at farið varð undir tunnilsgerðina at savna vatn úr áunum frá Norðskála og suður í móti Selatrað, eisini nevnd Eiði 2 verkætlanin, varð greitt, at neyðugt varð at víðka Eiðisverkið við eini 3. turbinu.
Projekteringsarbeiðið varð sett verk í januar mánaði 2010, og varð verkætlanin bjóðað út í juni mánaði 2010.
Arbeiðið við víðkanini av verkinum hevur fevnt um, at høllin er víðkað við smáum 200 m2, at ein nýggj 7,7 MW Francis turbina er monterað, og at nýggj háspenningsútgerð er uppsett. Eftir er nú at skifta út stýriskipanina á turbinu nr. 1 og nr. 2, sum er frá 1987, og annars at dagføra alt verkið, soleiðis at hetta stendur mát við nýggjastu krøv okkara. Samlaði kostnaðurin av víðkanini av verkinum og omanfyri nevndu dagføring fer at liggja um 70 mió. kr.
Verkið er nú 770 m2 til víddar og hevur ein samlaðan mátt uppá 21,1 MW. Tá ið Eiði 2 tunnilin er liðugur, verður metta ársframleiðslan hjá verkinum at liggja um 57 GWt. Ætlandi verður hesin tunnil tikin í nýtslu á heysti 2013.
Í kravfestingini til 3. turbinuna varð lagt upp fyri, at munandi meiri av varandi og óstøðugari orku, eitt nú vindorka, kann koma inn á elkervið. Hendan turbina hevur eitt stórt svinghjól og ein skjóttvirkandi regulator.