25 nýggjar vindmyllur um dagin í Kina

Stendur tað til kinversku stjórnina verða umleið 46.500 vindmyllur settar upp frá 2011 til 2015.

Í einum uppkasti til eina nýggja 5-ára ætlan miðar kinverska stjórnin eftir at seta upp í minsta lagi 70.000 megawatt (MW). Í Kina hevur ein vanlig vindmylla ein mátt upp á minni enn 1,5 MW.

46.500 vindmyllur svara til, at umleið 25 nýggjar vindmyllur verða settar upp kring Kina um dagin fram til 1. januar 2016.

Nýggju vindmylluætlanirnar verða nevndar í kinverska dagblaðnum China Daily. Higartil hevur verið roknað við, at Kina fer at koma upp á 150.000 MW av vindorku í 2020.

Viðvindur í Kina

Fesk tøl frá alheims vindmylluídnaðinum GWEC vísa, at Kina í 2010 var heimsins skjótast vaksandi vindmyllumarknaður við einum vøkstri upp á 16.500 MW.

Framgongdin fekk kinverska vindmylluídnaðin at halda uppá, at 200.000 MW í 2020 ikki er eitt órealistiskt mál.

- Vit seta okkum nú sum mál at koma upp á 200.000 MW av vindorku í 2020, segði Li Junfeng, aðalskrivari í kinverska vindmylluídnaðinum, tá nýggju tølini vórðu løgd fram í síðsta mánaða.

Ongar almennar viðmerkingar

Fyribils eru ongar almennar viðmerkingar komnar um kinverska vindævintýri. At leysatíðindini koma fram júst nú, kemst av, at tey 2.923 kinversku umboðini í tjóðskaparligu Fólkakongressini júst nú eru saman til tess at semjast um eina nýggja 5-ára ætlan fyri 2011 til 2015.

Í dag mala vindmyllur upp á 42.287 MW í Kina. Til samanberingar ræður Danmark yvir vindorku upp á stívliga 3.700 MW og Føroyar upp á umleið 6 MW.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking