Í dag, 1. apríl, eru liðin 25 ár, síðani Tove Brink hevði sín fyrsta starvsdag á SEV.
Tove Brink er ættað úr Suður-Fjóni í Danmark og hevur útbúgving sum tekniskur assistentur.
Hon kom til Føroya í 1980 og starvaðist á teknistovuni hjá Mikkjali Olsen, arktitekti í Havn, til hon í 1986, sum 28 ára gomul, kom í starv hjá SEV.
Arbeiðssom og álítandi
Tove hevur øll hesi árini starvast á teknistovuni hjá SEV í Havn, har hon á sín serstaka róliga og hóvliga hátt - og uttan nakað roks - hevur lagt úr hondum eitt stórt, fjølbroytt og dygdargott arbeiði gjøgnum árini.
Eitt tað fyrsta, hon fór í holt við, var at skráseta mongu linjurnar og kaðalarnar hjá SEV kring landið. Hetta var ikki bara sum at siga tað, tí talan var um eitt rættiliga umfatandi arbeiði, sum hon tó - uttan stórvegis hóvasták - megnaði at loysa til fulnar.
Skráseting er framvegis týðandi partur av arbeiði hennara, nú luftlinjurnar verða tiknar niður og jørðkaðalar lagdir ístaðin.
Fall skjótt til
Tove fall skjótt til í Føroyum og hevur eisini trivist væl í arbeiði sínum á SEV hesa fjórðingsøldina. Starvsfelagarnir fegnast somuleiðis um at hava hana ímillum sín og bera henni alt tað besta.
Tove eigur trý tilkomin børn og býr á Argjum.
Hon er útimenniskja. Henni dámar sera væl at ganga úti í náttúruni og njóta friðsæluna har. Sum limur í Gongufelagnum í Havn hevur hon eisini fjakkað kring meginpartin av landinum - og uttanlands við.
Nógvir starvsfelagar vóru fyrrapartin og heilsaðu uppá Tove Brink í undirvísingarhølunum hjá SEV.
Hákun Djurhuus, stjóri, takkar Tove fyri væl útint arbeiði hesi 25 árini, meðan dóttirin, Solveig, lýður á, og ommusonurin, Gilli, tykist at vera í eini heilt aðrari verð.
Ull er Tovesa gull
Tove hevur eisini stóran alsk og virðing fyri føroysku ullini. Ja, ullin er í roynd og veru Tovesa gull - sum frítíðarítriv, væl at merkja!
Ein rættiliga fittur partur av frítíð hennara fer m.a. til at tøva, binda, seyma, hekla og hvat ið nú hoyrir til hetta eftirhondini forkunnuga og krevjandi ítriv.
Sum rosinan í pylsuendanum eigur Tove eisini ein ommuson, sum hon hevur stóra gleði av og er nógv saman við, tá høvi býðst.
Hiðani ynskja vit Tove hjartaliga tillukku við 25 ára starvsdegnum og blíðan byr framyvir!