2023 metár fyri grøna elorkuframleiðslu

2023 metár fyri grøna elorkuframleiðslu

Ongantíð fyrr hava vit framleitt og brúkt so nógv elorku í Føroyum. Árið 2023 hevði hægsta eftirspurning eftir elorku nakrantíð, og mánaðirnir november og desember settu met í mun til eftirspurning eftir elorku. Fyri árið var vøksturin 5,4% í mun til árið fyri.

Elframleiðslan kom upp á 457,6 GWt, tað er ein vøkstur á 5,43%. 230 GWt av hesum vóru grøn orka og tað er met. Gamla metið varð sett í 2022, tá grøna elframleiðslan røkk 226 GWt.

Býtið var 50,3% grøn orka, og 49,7% termisk orka.

Framleiðslan úr olju var 228 GWt í 2023, sum er 9,8% ella 21 GWt fleiri enn í 2022, men tó munandi minni enn í 2021, har termiska orkan var 262 GWt.

Býtið millum ymisku orkukeldurnar var soleiðis: olja smá 50%, vindorka góð 27%, vatnorka 22%, biogass, sólorka og sjóvarfalsorka tilsamans 1%.

Suðuroy

Hyggja vit at Suðuroynni fyri seg kom samlaða elframleiðslan úr grønum orkukeldum upp á 19,5 GWt, sum er ein vøkstur á góð 12% í mun til í fjør, og hetta var 55% av samlaðu elframleiðsluni.

Vindorkan stóð fyri góðum 42%, vatnorkan 12%, olja 45% og sólorkan kom upp á eitt hálvt prosent av samlaðu framleiðsluni.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking