SEV legði eitt sera gott og grønt ár aftur um seg við árslok 2015, tá elfelagið kundi staðfesta, at virðislønir, góð grøn framleiðslutøl og eitt gott ársúrslit eyðkendu farna árið.
SEV hevur lagt eina trygga búskaparliga ætlan komandi árini, har tørvur er á stórum útbyggingum í elskipanini, sum elfelagið skal fíggja við eginfígging og lántøku. SEV hevði 103 milliónir krónur í avlopi í fjør eftir skatt, sum er kærkomið og í samsvari við búskaparligu ætlanirnar hjá elfelagnum.
SEV hevur sett sær fyri, at lántøkurnar hjá elfelagnum altíð skulu liggja innan fyri eitt trygt mark, sum ásetir, at nettoskuldin ongantíð gerst meira enn seks ferðir so høg sum ársúrslitið fyri av- og niðurskrivingar, skatt og rentur. Henda ásetingin tryggjar, at elfelagið alla tíðina er búskaparliga burðardygt, samstundis sum útbyggingar fara fram, og elfelagið eisini klárar at standa ímóti t.d. sveiggjandi ella hækkandi oljuprísum og afturgongd í samfelagnum.
Neyðugt er við munandi yvirskotum komandi árini, um ætlanin um nøktandi eginfígging og skynsama lántøku skal halda. Í fíggjarætlanini fyri 2016 verður roknað við 72,5 milliónum krónum í avlopi, og í løtuni eru ongar ætlanir um hægri elprísir.
- Nevndin er sera væl nøgd við 2015 sum heild og ársúrslitið, ið eisini er neyðugt, eftir at SEV fram til 2012 hevði hall fleiri ár á rað. Góð ársúrslit krevjast í eina tíð frameftir, har avbjóðingarnar eru nógvar við stórum íløgum í neyðugar útbyggingar, sum krevja eginfígging og lántøku. Góð ársúrslit eru grundarlagið undir einum tryggum búskapi, staðfestir Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV.
Búskapargongdin
Avlopið á 103 milliónir krónur í 2015 var 45 milliónir krónur meira enn ársúrslitið í 2014, tá SEV hevði 58 milliónir krónur i yvirskoti eftir skatt. Í fjør var framgongdin umleið tann sama sum í ár – góðar 46 milliónir krónur sammett við 2013, tá ársúrslitið var 12 milliónir krónur eftir skatt.
2013 var árið, tá vend kom í aftur, eftir at SEV hevði havt stór undirskot fleiri ár á rað. Gongdin vendi í tøkum tíma, tí tørvur er á nógvum útbyggingum í elskipanini, eins og tað hevur stóran týdning, at samfelagið leggur um til varandi orku eftir grønu kósini, so Føroyar kunnu gerast óheftar av oljuni á landi í 2030.
Havandi í huga veitingartrygdina, grønu kósina, elektrifiseringina og oljuna sum tiltakstrygd í nógv ár aftrat, er neyðugt at styrkja elskipanina frameftir, so at hon er trygg, samstundis sum bygt verður út á grønu kósini við vaksandi elorkutørvi. Tíðarskeiðið 2016-2020 eru íløgurnar í elskipanina mettar til 1,7 milliardir krónur.
Grønar virðislønir
Nýbrot á orkuøkinum og málið um 100 prosent grøna elorku í Føroyum í 2030 vóru við til at vinna SEV norðurlendsku náttúru- og umhvørvisvirðislønina 2015. Stórhendingin fór fram týskvøldið 27. oktober 2015 í Hørpu í Reykjavík, og hetta kvøldið stendur harvið sum ein varði í søguni hjá SEV.
- Virðislønin var eitt týdningarmikið herðaklapp til SEV, og hon ber boð um, at vit eru á rættari leið, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.
Hann ger samstundis greitt, at nýbrot og nýhugsan eru ein alneyðugur hugburður at hava næstu 15 árini, um málið um 100 prosent grøna orku á landi í Føroyum í 2030 skal røkkast.
Bæði stjórin og nevndarformaðurin eru samdir um, at virðislønin er ein týðandi varði á leiðini, sum kann lata hurðar upp og møguliga hava við sær, at SEV kann taka upp nýggj samstørv við týdningarmiklar fyritøkur innan menning av grønum orkuloysnum.
- Náttúru- og umhvørvisvirðislønin hevur ómetaligan týdning, tí hon styrkir okkum sum land og orkutjóð, sigur Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður.
Á umhvørvisvikuni í høvuðsstaðnum í fjør fekk SEV harumframt grønu virðislønina frá Tórshavnar kommunu, sum valdi at heiðra SEV fyri ta grønu leið, elfelagið sum stovnur hevur lagt frameftir.
60 prosent grøn orka
60 prosent av allari elframleiðsluni í 2015 stavaðu frá vatni og vindi, og oljuriknu verkini framleiddu sostatt 40 prosent. Seinastu ferð, SEV framleiddi umleið 60 prosent úr varandi orkukeldum, var í 1973, tá vatnorkan stóð fyri størra partinum av elframleiðsluni, ið tá var nærum fýra ferðir minni enn í dag.
Vindorkuparturin var 17,8 prosent. Tað er ein framgongd í framleiðsluni úr vindi á 61,8 prosent sammett við 2014. Battarískipanin í Húsahaga verður tikin í nýtslu í ár, og hon hevur til endamáls at gangnýta vindorkuna betur og harvið økja vindorkupartin næstu árini.
Vatnorkan stóð fyri 42,3 prosentum av elframleiðsluni í 2015, og vatnorkuparturin øktist sostatt tilsamans 10,3 prosent sammett við 2014.
Framleiðslan á oljuriknu verkunum lækkaði 16,4 prosent, og hetta er annað árið á rað, at oljuframleiðslan minkar umleið 16 prosent.
Elframleiðslan var tann hægsta nakrantíð í 2015. SEV framleiddi 314,4 GWt í 2015, og tað er 2,95 prosent meira enn í 2014, tá ið elframleiðslan tilsamans var 305,4 GWt.
Fleiri met í 2015
SEV legði 2015 aftur um seg við besta úrsliti nakrantíð á fleiri økjum, og sostatt setti elfelagið fleiri met í fjør.
SEV hevur ongantíð áður framleitt so nógva elorku yvirhøvur, og elfelagið setti eisini met, tá talan er um framleiðslu burtur úr vatn- og vindorku. 2015 var fyrsta árið, har nýggju vindmyllurnar í Húsahaga vóru í rakstri í eitt heilt ár.
Vatnorkuverkið á Eiði, har nógvar útbyggingar eru farnar fram seinnu árini, setti met í 2015, og vatnturbinan á elverkinum á Strond hevur ongantíð fyrr framleitt so nógv sum í fjør. Í desember 2015 var elframleiðslan eisini methøg sammett við øll onnur ár og mánaðir.
Í Vestmannaøkinum var framleiðslan tann hægsta nakrantíð síðani 1982, og oljurikna Sundsverkið framleiddi 46,4 prosent minni í 2015 sammett við 2010, tá ið framleiðslan á Sundsverkinum var tann hægsta nakrantíð.
Niðanfyri sæst yvirlit yvir SEV-metini í 2015.
Framleiðsla | Met í 2015 | Samanbering | Broyting |
Elframleiðslan tilsamans | 314,4 GWt | 305,4 GWt í 2014 | 9,00 GWt meira |
Framleiðslan úr vindorku | 55,8 GWt | 34,5 GWt í 2014 | 21,30 GWt meira |
Framleiðslan úr vatnorku | 133,1 GWt | 120,7 GWt í 2014 | 12,40 GWt meira |
Grøn orka tilsamans | 188,9 GWt | 155,2 GWt í 2014 | 33,70 GWt meira |
Framleiðslan í des. 2015 | 29,76 GWt | 27,62 GWt í 2014 | 2,14 GWt meira |
Eiðisverkið | 68,1 GWt | 61,8 GWt í 2014 | 6,30 GWt meira |
Vatnturbinan á Strond | 4,5 GWt | 3,1 GWt í 2014 | 1,40 GWt meira |
Vestmannaøkið | 54,8 GWt | 54,6 GWt í 1982 | 0,20 GWt meira |
Sundsverkið | 93,9 GWt | 175,1 GWt í 2010 | 81,20 GWt minni |
Til ber at lesa meira um, hvussu árið í fjør hilnaðist hjá SEV í Ársfrágreiðingini 2015, sum eisini fæst í pappírsútgávu á høvuðsskrivstovuni á Landavegi 92 í Tórshavn á telefon 34 68 00 ella á teldubústaðnum: sev@sev.fo