SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   2013 var gott ár hjá SEV

2013 var gott ár hjá SEV

2013 var gott ár hjá SEV
Eitt miðvíst arbeiði at venda fíggjarligu gongdini í SEV og nógv grøn orka um ársskiftið høvdu við sær, at elfelagið hevði slakar 12 milliónir krónur í avlopi í 2013. Tað er fyrstu ferð í fýra ár, at SEV hevur havt yvirskot á rakstrinum

SEV megnar at halda grønu kósina, samstundis sum elfelagið hevur avlop á rakstrinum. Tað er heildarmyndin, sum sæst í framleiðslutølunum og roknskapinum hjá elfelagnum um árskiftið 2013-2014.

            SEV hevði slakar 11,9 milliónir krónur í avlopi í 2013 eftir skatt. Tað er munandi betri enn í 2012, tá ið elfelagið hevði slakar 12,3 milliónir krónur í halli. SEV hevði seinast avlop á rakstrinum í 2009, tá úrslitið var umleið 15,3 milliónir krónur.

-Vit fegnast stórliga um, at fíggjarliga gongdin er vend við einum miðvísum arbeiði at gera raksturin munadyggari. Samstundis er at frøast um, at SEV hevur hildið grønu kósina serstakliga um ársskiftið, tá framleiðslan var 75 prosent úr vatni og vindi bæði í desember og januar, og einans 25 prosent stavaðu frá oljuni, staðfestir Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV.

            Góða, grøna gongdin helt fram allan fyrsta ársfjórðing í 2014. 72,8 prosent av elframleiðsluni komu frá vatni og vindi fyrstu tríggjar mánaðirnar av árinum. Sammett við tey trý undanfarnu árini hevur SEV brúkt umleið níggju milliónir krónur minni í olju í januar, februar og mars í 2014.

            Tó at nógv var framleitt úr varandi orkukeldum í desember 2013 og fyrsta árfjórðing 2014, var 2013 annars vánaligt við vindi og vatni. 2013 liggur niðanfyri eitt miðalár, tá talan er um framleiðslu úr varandi orkukeldum.

Tær 13 vindmyllurnar í Húsahaga fara at økja munandi um elframleiðsluna burtur úr grønari orku. Tá ið vindmyllulundin er tikin í nýtslu, verður árliga miðalframleiðslan úr vatni og vindi umleið 60 prosent av allari elframleiðsluni. Harumframt er vatnorkuútbyggingin, sum fór í gongd í Eysturoynni í fyrru helvt av 80-unum, liðug.

 

SEV rokkið málinum

SEV er sostatt framman fyri málið, sum elfelagið setti sær í 2006. Tá setti SEV út í kortið, at í 2015 skuldu 55 prosent av framleiðsluni stava frá varandi orkukeldum og 45 prosent frá olju.

            Við vindmyllulundini í Húsahaga yvirhálar SEV sítt egna mál, soleiðis at býtið millum grøna orku og oljuna verður umleið 60-40 prosent í 2015.

            Tað er kortini ein sannroynd, at samstundis sum SEV økir um grønu orkuna, økist tørvurin á elframleiðslu í føroyska samfelagnum so líðandi í samvari við búskaparvøksturin, og so hvørt útbyggingar fara fram ymsastaðni í landinum. Tískil slepst ikki undan oljuni enn, tó at SEV hevur lagt eina grøna kós við vindorku, vatnorku og sjóvarfalsorku á granskingarstigi. SEV og týska fyritøkan Voith fara í næstum undir royndir at vinna orku burtur úr sjóvarfallinum.

-Veitingartrygdin skal haldast alt samdøgrið. Tað tekur tíð at leggja um til grøna orku, og tí er tað eins týdningarmikið, at stóru oljuriknu verkini, Sundsverkið og Vágsverkið, verða dagførd og útbygd, vísir Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður, á.

Oljan skal sostatt tryggja støðugan streym, tá á stendur at fáa nóg mikið burtur úr varandi orkukeldunum. Serliga summarmánaðirnar er at kalla ógjørligt bert at framleiða úr vatni og vindi.

Nevnd og leiðsla í SEV vísa á, at grøna kósin leiðir Føroyar fram ímóti alt meira elorku úr varandi orkukeldum næstu árini, tó at oljan framvegis verður neyðug orkukelda at taka til í nógv ár frameftir.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking