Bilaframleiðarar sum Renault, Mitsubishi, Nissan og Toyota vísa nú fram spildurnýggjar seriuframleiddar elbilar og plug-in-hybrid-bilar á danska marknaðinum.
- Sostatt er líkt til, at 2011 verður árið, tá teir veðurlagsvinarligu bilarnir av álvara fara at gera vart við seg á donsku vegunum, sigur Lærke Flader, stjóri í Dansk Elbil Alliance (DEA), við Jyllands-Posten.
Hetta hendir samstundis sum DEA hevur hildið sín fyrsta ársaðalfund. Her søgdu limirnir seg vera sera vælnøgdar við, at stjórnin hevur gjørt av at leingja avgjaldsfrítøkuna á elbilum fram til og við 2015.
Løðistandarar setast upp
Hinvegin stendur vinnan klár við einum ynski aftrat á ynskiseðilinum. Hesa ferð snýr tað seg um alment goldnar løðistandarar, ið gera tað møguligt at fylla elbilarnar upp á almennum støðum.
- Íløgur uppá einar 100 mió. kr. kunnu tryggja 1.000-2.000 løðistandarar kring landið, sigur Lærke Flader.
Hetta svarar til ein stykkjaprís uppá útivið 100.000 kr. Afturfyri kunnu fleiri elbilar brúka støku løðistandararnar samstundis.
Eitt alment skump
Felagið hjá elbilavinnuni sigur, at sjálvt um roknað verður við, at løðingin av meginpartinum av elbilunum fer fram heima ella á arbeiðsplássunum, verður tørvur á løðistandarum á almennum støðum, og hetta er ikki ein útreiðsla, vinnan hevur hugsað sær at bera.
- Eg rokni við, at neyðugu løðistandararnir ikki verða settir upp eftir vanligum marknaðarkorum. Vit hava brúk fyri einum ella øðrum formi fyri kollektivari fígging til tess at slóða fyri veðurlagsvinarligu akførunum, tað veri seg elbilum ella plugin-hybrid-bilum, sigur John Arnberg, formaður í DEA og stjóri í Elbil Danmark.
Danmark hevur sett sær sum mál, at 10 pst. av øllum brennievnum á flutningsøkinum í 2020 skulu koma frá grønari orku. Í dag standa CO2-frí brennievni fyri minni enn einum prosenti av brennievninum í donsku bilaparkini.