Arbeiðið upp á Eiði 2 Suður-vatntunnilin hjá SEV gongur sum heild eftir ætlan.
Síðani farið varð undir arbeiðið 9. september í fjør, hava teir borað umleið 2,5 km.
Tann íalt 8,3 kilometrar langi tunnilin suður ímóti Selatrað skal brúkast til at savna vatn úr áunum millum Norðskála og Selatrað til Eiðisverkið.
Tunnilin hevur ein tvørskurð upp á 3,3 metrar og verður boraður við eini Robbins full face TBM (tunnilsborimaskinu), sum SEV eigur. Henda maskinan hevur frammanundan borað umleið 25 kilometrar av líknandi tunlum.
Ongin boring í ein mánaða
Í viku 12 (seinnapartin í mars) verður boriarbeiðið fyribils steðgað í ein mánaða í sambandi við at pakningarnir í borihøvdinum skulu skiftast út.
Hetta er eitt bæði drúgt og krevjandi arbeiði, sum ikki verður lættari av, at alt arbeiðið skal gerast inni í tronga tunlinum - so tað krevur sanniliga sín mann!
Borimaskinan hevur sett á.
Byggisamtakið Eiði 2 Suður, ið fevnir um byggifeløgini MTHøjgaard og J&K Petersen, stendur fyri tunnilsarbeiðnum, ið skal vera liðugt í byrjanini av 2013.
Arbeiðið at gera áarinntøk og slokur upp úr tunlinum verður boðið út í hesum døgum millum innboðin byggifeløg, og eftir ætlanini verður farið undir hetta arbeiði í summar.
Borimaskinan rúgvar nógv upp.