17 umsóknir eru komnar til stjórastarvið í SEV, og stýrið fer nú at viðgera umsóknirnar. Leivur Hansen, stýrisformaður, upplýsir, at miðað verður eftir, at nýggi stjórin tekur við 1. januar 2008.
Komandi SEV-stjórin skal sambært starvslýsingini m.a. áhaldandi menna felagið, so SEV framhaldandi verður ført fyri at nøkta alsamt vaksandi eltørvin. Stjórin skal eisini skipa fyri, at SEV áhaldandi gongur á odda í at menna og troyta varandi orkumøguleikar.
Stjórin skal vera til reiðar at taka við teimum mongu avbjóðingunum, sum liggja fyri framman, nú elfelagið gongur ímóti broytingartíðum. Elveitingarlógin gevur SEV nýggjar lógarkarmar at arbeiða innanfyri, og umboðsnevndin samtykti á umboðsnevndarfundi 28. september í ár at skipa SEV eftir partafelagslíknandi leisti frá 1. januar 2009.
Klæmint Weihe legði stjórastarvið í SEV frá sær 1. oktober í ár, tá hann tók við sum stjóri á Maskinverkstaðnum á Hjalla. Stýrið setti Poul Arna Jacobsen, næstformann í stýrinum, at røkja stjórastarvið, til nýggjur stjóri er funnin. Poul Arni Jacobsen er tí eisini fyribils farin úr stýrinum, og eykamaður hansara, Erik Davidsen, er komin í hansara stað. Stýrið hevur í hesum viðfangi eisini valt Jógvan Emil Nielsen til næstformann, meðan Poul Arni Jacobsen er fyribils stjóri.