Stórur áhugi er fyri at verða deildarstjóri fyri fyrisitingina á SEV.
Ið hvussu er, um hugt verður at talinum á umsóknum, ið komnar eru til starvið.
Tá umsóknarfreistin var úti í gjár, vóru ikki færri enn 16 umsóknir innkomnar, upplýsir Oluffa undir Kletti, starvsfólkaleiðari.
Avgerð tikin í mai
Leiðslan í SEV fer nú at nærlesa umsóknirnar og gera av, hvørjir umsøkjarar skulu kallast inn til samrøðu og nær hesar skulu vera.
Tá viðgerðin er liðug, ger stjórin tilmæli til nevndina, sum er setanarmyndugleik, tá talan er um stjóra- og deildarstjórasetanir.
John 25 ár í starvi
Verandi deildarstjóri, John P. Danielsen, segði seg fyrr í ár úr starvi frá 1. juli at rokna. Hann hevur verið deildarstjóri fyri fyrisitingina á SEV síðani 1. januar 1986 og hevði sostatt 25 ára starvsdag á nýggjárinum.
Avloysarin verður væntandi funnin í juni og tekur eftir ætlan við 1. juli ella eftir nærri avtalu.