Fyrsta elbilaráðstevnan í Føroyum verður hildin í Norðurlandahúsinum í dag.
SEV og Jarðfeingi eru stigtakarar til ráðstevnuna saman við NORA (Norrønt Atlantssamstarv).
Ráðstevnan er liður í eini norðurlendskari verkætlan undir heitinum El-Mobility, sum umfatar tey trý londini í útnorði, Grønland, Ísland og Føroyar.
Sjey stovnar og feløg úr teimum trimum londunum eru við í verkætlanini, sum hevur til endamáls at testa elbilar á okkara breiddarstigum og at meta um, hvørja ávirkan økt nýtsla av elbilum fer at hava á framtíðar ferðslu.
SEV umboðar Føroyar í verkætlanini og mannar saman við Jarðfeingi ein arbeiðsbólk, sum millum annað samskipar elbiladagin í Norðurlandahúsinum.
Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, setti ráðstevnuna.
Hini feløgini/stovnarnir í verkætlanini eru Icelandic New Energy, Reykjavik Energy, Orkusetur, Varmaraf (øll úr Íslandi) og Nukissiorfiit (úr Grønlandi).
Ráðstevnan í Norðurlandahúsinum er fyri innboðin, umboðandi myndugleikar, bilainnflytarar o.o., men onnur áhugað hava eisini atgongd.
Íalt eru áhoyrararnir einir hálvtannaðhundrað í tali.
SEV vil vera til reiðar
- Onkur hevur sett spurnartekin við, hví SEV gongur á odda við implementeringini av elbilum. Svarið er heilt einfalt, at ein stór menning fer fram á hesum øki, og áðrenn vit vita av, eru elbilar vorðnir ein vinnulig og kappingarfør flutningsloysn hjá mongum. Til ta tíð vilja vit vera til reiðar við okkara parti av skipanini, nevniliga veitingini av elektrónunum, segði Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, tá hann setti ráðstevnuna.
Hesin Mitsubishi iMiEV elbilurin er ein av fýra elbilum, sum eru við á ráðstevnuni.
- Umframt hetta eru mong onnur viðurskifti, ið skulu loysast, so vit vænta, at nógvir aktørar fara at gera seg galdandi og heilsa vit teimum øllum vælkomnum, segði Hákun Djurhuus og vísti á, at í framtíðini verða fleiri fleksiblir brúkarar inni í skipanini. Hetta letur upp fyri nýggjum møguleikum, og vónar SEV at kunna sameina hetta við okkara stóra vindtilfeingi.
GRANA-verkætlanin
SEV-stjórin nevndi eisini GRANA-samstarvið, sum elfelagið eisini er stigtakari til við DONG Energy sum týdnarmiklum partnara.
- Velduga náttúrumegin í Føroyum og granskingararbeiðið í GRANA-verkætlanini fara uttan iva at vekja altjóða ans, og verður hetta føroyska íkastið til ein betri heim, ein nýggjan heim, har elbilurin verður ein natúrligur og skjótt vaksandi partur av flutningsnetinum, segði Hákun Djurhuus m.a.
Hann takkaði landsstýrismanninum í vinnu- og elveitingarmálum, Johan Dahl, og umsiting hansara fyri stóra áhugan fyri elbilum og fegnaðist um, at landsstýrið í nøkur ár framyvir hevur frítikið elbilar fyri skrásetingargjald til tess at eggja fólki til at útvega sær hesar.
Finn Jakobsen, tekniskur stjóri á SEV, Johan Dahl, landsstýrismaður, og Jákup Sørensen, NORA.
Somuleiðis fegnaðist hann um vælvildina og áhugan, sum føroysku bilainnflytararnir vísa elbilunum.
Elbilaráðstevnan heldur fram allan dagin. 11 fyrilestrar eru á skránni. Umframt úr Føroyum eru fyrilestrarhaldarar úr Grønlandi, Íslandi og Danmark.
Á middegi verður høvi hjá ráðstevnuluttakarunum at royna teir fýra elbilarnar, ið eru við á ráðstevnuni.