Summi hildu norsku vindmyllufyritøkuna Sway vera svaka, tá hon søkti um pengar til at menna eina sjóvindmyllu uppá 10 megawatt.
Nú hava ellivu sponsk feløg tikið seg saman um at menna eina uppaftur størri sjóvindmyllu uppá heili 15 megawatt (MW), skrivar Teknisk Ukeblad.
Verkætlanin er uppá 25 miljónir evrur (uml. 204 milj. norskar krónur) yvir fýra ár. Hon kallast Azimut, og skal sambært einum tíðindaskrivi frá Gamesa bert umfata spanska tøkni.
Klár í 2020
Vindorkurisin Gamesa skal samskipa verkætlanina, sum eisini fevnir um feløgini Alstom Wind, Acciona Windpower, Iberdrola Renovables og Acciona Energía. Fleiri verkfrøðingafyritøkur og granskingarstovnar eru eisini uppií.
Spanski stovnurin fyri menning av ídnaðarligari tøkni, ið skal fíggja partar av verkætlanini, hevur longu góðkent hana.
Tekniski parturin av Azimut-verkætlanini skal vera liðugur í 2013, og í 2020 skal myllan vera liðug. Málið er at fáa kostnaðin fyri hvørja eind niður, so sjóvindur kann verða kappingarførari mótvegis øðrum orkuskipanum.
Kann framleiða nógv
Ein sjóvindmylla uppá 15 MW við 3.000 rakstrartímum fer at kunna framleiða 45 gigawatttímar (GWh) av streymi um árið. Ein vindorkupark við hundrað slíkum myllum er uttan rakstrarórógvan før fyri at framleiða 4,5 TWh um árið. Hetta er líka nógv sum tey allarstørstu vatnorkuverkini í Norra.
Størsta avbjóðingin verður at tryggja støðugan rakstur, at forða fyri at fundamentini forfarast og at tryggja, at sjókaðalarnir halda, so orkan fæst í land.
Sum er er vindorka á landi nógv bíligari enn sjóvindur. Gamesa heldur, at um myllurnar verða nóg stórar, so fer hetta at broytast.
Higartil hava norska Sway og amerikanska Clipper havt størstu ætlanirnar á hesum øki. Bæði feløgini arbeiða við at menna eina 10 MW sjóvindmyllu.