11 merkisdagar á SEV í ár

11 starvsfólk hjá SEV hava verið í starvi millum 25 og 35 ár í ár.

Fleiri starvsfólk hjá SEV hava rundar starvsdagar í ár.

Fýra hava verið í starvi í 35 ár, fýra í 25 ár og trý í 30 ár.

Í fjør høvdu fýra starvsfólk 25 ára starvsdag, ein 30 ára starvsdag og ein 50 ára starvsdag! 

Tey 11 í ár

Tey 11, ið hava rundar starvsdagar í ár, eru:

John P. Danielsen, deildarstjóri fyri fyrisitingina, 25 ár (1. januar).

Bjarni Skorastein, maskinmaður á Sundsverkinum, 35 ár (7. januar).

Páll Johannesen, linjumaður í Eysturoy, 35 ár (14. januar).

Tove Jenny Brink, tekniskur assistentur, 25 ár (1. apríl).

Herluf Mortensen, verkfrøðingur, 30 ár (1. mai).

Stig Nielsen, maskinmeistari á Sundsverkinum, 30 ár (1. mai).

Hans Jákup Petersen, verkmeistari á Strond, 35 ár (1. mai).

Trygvi Samuelsen, linjumaður á Havnarverkinum, 35 ár (5.mai).

Ingeborg Godtfred, stjórnarskrivari, 25 ár (15. mai).

Anders Nedergaard-Hansen, leiðari á framleiðsludeildini, 25 ár (1. august).

Bogi Wardum, linjumaður á Havnarverkinum, 30 ár (7. august).

Trygvi Samuelsen hevði 35 ára starvsdag 5. mai.

Meginparturin á elverkum

Av teimum 147 starvsfólkunum hjá SEV hevur umleið triðingurin (50) verið í starvi millum 0 og 5 ár, 40 hava verið í starvi millum 6 og 20 ár, 25 millum 21 og 25 ár, 15 millum 26 og 30 ár og 16 millum 31 og 35 ár, vísir eitt yvirlit frá starvsfólkadeildini.

62 pst. av starvsfólkunum arbeiða á elverkum, 38 pst. á linjuøkinum, 29 pst. innan tøkni og 26 pst. í fyrisitingini.

Bjarni Skorastein hevði 35 ára starvsdag 7. januar. 


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking