Leygardagin 17. august var rundvísing á Vágsverkinum í samband við Ljósfest. Tiltakið eydnaðist væl og uml. 30-40 fólk vitjaðu.
Undir allari Ljósfestini og meðan rundvísingin fór fram, var Suðuroyggin 100% grøn. Tað vil siga at øll streymframleiðslan kom úr varandi orku, í hesum føri fyri tað mesta úr vindi í Porkeri, men eisini framleiðslan úr sól í Sumba var væl umboðað, í løtum upp til 6% av allari elframleiðsluni í Suðuroynni.
Heri Mortensen greiddi frá og fólk vístu áhuga fyri m.a. hvussu ymisku skipanirnar á Vágsverkinum vóru í rakstri, hóast eingin motorur var í gongd, men at verkið í slíkum støðum fær streym ’útifrá’, t.v.s. frá vind- vatn- og sólorkuverkunum hjá Sev.
Á skránni var eisini drekkamuður og tónleikur við Mariu R. á Heygum og Ronnie Nielsen.