Tankin um pumpuskipan sum orkugoymslu er ikki nýggjur. Fyrsta pumpuskipan í heiminum varð sett í verk í Sveits í 1907.
Í 1986 útvegaði leiðslan í Sev sær vitan um, hvussu pumpuskipanir virka. Sev-leiðslan og umboð fyri Orkuráðið vitjaðu í oktober 1986 pumpuverkið, Cruachan Power Station, nærhendis Oban í Skotlandi.
Í 2003 læt Sev gera ta fyrstu kanningina av samspælinum millum vindorku og pumpuskipan í Føroyum. Kannningin nevnist “Feasibility Study for a Wind energy and pump storage development on the Faroe Islands: Final Report”. Ráðgevandi fyritøkan Garrad Hassan gjørdi kanningina, sum er dagfest 17. mars 2003. Oljufelagið BP fíggjaði kanningina við pengum til førleikamenning í Føroyum, sum vóru ein partur av treytunum fyri at vera við í fyrstu oljuleitingini á føroyska landgrunninum.
Í 2010 gjørdi Sev saman við norsku ráðgevarafyritøkuni, Norconsult, eina kanning av samspælinum millum vindorku og pumpuskipan. Kanningin, sum er frá apríl 2010, nevnist ”Forprojekt Pumped Storage til forædling af ustabil vindenergi på Færøerne”.
Í 2010 gav Elveitingareftirlitið Sp/f Røkt eina treytaða tilsøgn til pumpuskipan í Heygadali í Vestmanna, sum er dagfest 15. apríl 2010.
Í 2011 staðfesti Vinnukærunevndin, at treytaða tilsøgnin til Sp/f Røkt ikki er eitt loyvi til pumpuskipan í Heygadali. Vinnukærunevndin tók hesa avgerð 21. september 2011, og hon er soljóðandi: ”Í skrivinum frá 15. apríl 2010 gevur Elveitingareftirlitið ikki eitt loyvi til Sp/f Røkt til eina pumpuskipan í Heygadali. Talan er um eitt skriv, har Elveitingareftirlitið ger greitt, hvørjar upplýsingar eru neyðugar, og hvørjar treytir skulu vera loknar, áðrenn loyvið kann gevast”.
Í 2013 sendi Sev orkumyndugleikanum eina yvirskipaða umsókn um pumpuskipan í Vestmannaøkinum. Umsóknin er dagfest 13. november 2013.
Í 2015 endurnýggjaði Jarðfeingi treytaðu tilsøgnina til Sp/f Røkt um pumpuskipan í Heygadali, dagfest 1. juli 2015.
Í 2015 staðfesti Vinnukærunevndin við avgerð, dagfest 25. november 2015, at ein treytað tilsøgn ikki er eitt rættarskjal, sum endaliga avger viðurskifti í mun til umsøkjara. Víðari stendur í avgerðini: ”Tað er óheppið, at Jarðfeingi brúkar orðið ”treytað tilsøgn”, tí elveitingarlógin ongar ásetingar hevur um hetta fyribrigdið, og hvørt rættarstøða borgarans er tengd at tílíkari tilsøgn. Harumframt gevur tilsøgnin ikki eina greiða fatan av, hvat innihaldið og virknaðurin av skjalinum er, og ivasamt er, um hetta er í tráð við góðan fyrisitingarsið.”
Í 2017 fekk Sev nýtt 20 ára vatnloyvi at gagnnýta vatnorku til elframleiðslu á Mýruverkinum í Vestmanna. Loyvið er dagfest 13. mars 2017, og tað ásetir, at loyvishavarin hevur framíhjárætt til ta vatnorku, ið tørvur er á til elframleiðslu á Mýruverkinum sambært tí framleiðsluloyvi, sum til eina og hvørja tíð er galdandi.
Í 2018 gjørdu Umhvørvisstovan, Dansk Energi og Sev í felag eina kanning av orkugoymslum, ið er nevnd ”Orkugoymslur í Føroyum – yvirskipað kanning”. Kanningin var liðug í august og alment løgd fram 23. august 2018.
Í 2018 dagførdi Sev sína umsókn um pumpuskipan í samsvari við niðurstøðurnar í kanningini um orkugoymslur. Skrivið er dagfest 30. august 2018.
Í 2020 læt SEV Umhvørvisstovuni ítøkiliga umsókn um broyting av verandi framleiðsluloyvi hjá Mýruverkinum, soleiðis at nýggja pumpuverkið inni í fjallinum millum byrgingarnar á Mýrunum og í Heygadali avloysir gamla Mýruverkið frá 1961, og at framleiðsluloyvið verður dagført samsvarandi. Umsóknin er dagfest 13. november 2020
Í 2021 kom ein frágreiðingin, nevnd ”Reform av kraftsystemet på Færøyene”, sum Umhvørvis- og vinnumálaráðið og Umhvørvisstovan fingu gjørda hjá norðurlendsku ráðgevarafyritøkuni, AFRY. Kanningin er dagfest 22. januar 2021. Í framløgu, sum Umhvørvisstovan hevði um frágreiðingina, er greitt frá, at ein høvuðsniðurstøða er, at ”Systemoperatørurin stýrir elveitingini – og eigur og rekur a) oljukraftverkini, b) verandi stóru vatnkraftverk (..at veita reservu- og balansukraft c) og pumpukraftverk (at javna yvirskotsframleiðslu úr vindi og luttaka í balansering..)”.