Arbeitt verður við at fyrireika pumpuskipan í Vestmanna - Mýruverkið II.
Pumpuskipan skal rekast við at avlopsorka frá óstøðugu vindorkuni verður brúkt til at pumpa vatnið niðan aftur í byrgingarnar. Umframt at endurnýta vatnorkuna skal skipanin støðugt vera við til at tryggja javnvágina ímillum elframleiðslu og elnýtslu.
Søguligt yvirlit - pumpuskipan
Eftir ætlan verður byrjað at byggja pumpuskipanina í Vestmanna næsta ár í 2024.
Men tað er longu nógv gjørt; fyrireikingarnar at gera klárt byrjaðu í mai 2019, tá farið var at fyrireika byggiætlanina.
Frammanundan tað, hevur verið arbeitt við at kanna ymsar møguleikar fyri at gera eina pumpuskipan. So langt aftur í tíðini, sum í 1986 vitjaði Sev eitt pumpuorkuverk í Skotlandi. Í 2002 var ein beinleiðis frágreiðing gjørd, um hvat kundi fáast burturúr eini pumpuskipan, og aftur í 2010 var ein yvirlitsfrágreiðing gjørd. Eisini í tíðini har eftir hevur verið gjørt ymiskt kanningararbeiði.
Tað var sjónligt, at pumpuorkuverk vóru áhugaverd og eisini ein teknisk fortreyt fyri at fáa gagnnýtt vindmátt skilagott; men tíðin var ikki rættuliga búgvin.
Eitt pumpuorkuverk er ein stór og kostnaðarmikil íløga, ið eisini hevur sum fortreyt, at nóg mikið av vindmyllum eru uppsettar til at geva avlopsorku til verkið.
Men nú, tá ið vindmyllutøknin er nógv ment og vindmyllulundir rættuliga eru í umbúna, og útlit eru til, at oman fyri 100 MW av vindmyllumátti verður uppsettur komandi árini, er tíðin búgvin til at fara í holt við pumpuorkuverkið.
Nú byggiætlanin skuldi fyrireikast, var nógv at taka støðu til.
Kanningararbeiðini, sum vóru gjørd frammanundan, løgdu dent á at røkka eini framleiðslu við 100% varandi orku. Hetta førdi við sær krøv um sera stórar vatngoymslur við tí vón, at vatn kundi goymast til elframleiðslu teir turru og stillu summarmánaðarnar. Stóru vatngoymslurnar kravdu at byrgingarnar skuldu hækkast munandi og at væl størri víddir, skuldu takast afturat til vatngoymslur.
Tá ið farið var undir at fyrireika byggiætlanina í 2019, var dentur lagdur á, at minka sum mest um elframleiðsluna við olju, uttan at byggikostnaðurin gjørdist so stórur, at hann ikki kundi rindast, og uttan at avleiðingarnar fyri náttúruna gjørdust ótolandi.
Tí hevur byggiætlanin sum mál, at fáa sum mest burturúr verandi vatngoymslum á Mýrunum og í Heygadali uttan at hækka byrgingarnar.
Pumpuorkuverkið verður staðsett inni í fjallinum í líðini norðan fyri Heygadal, har Mýruverkið frammanundan er. Nýggja verkið verður nevnt Mýruverkið II, tí tað fer at gagnnýta fallhæddina millum Mýrarnar og Heygadal og kemur í staðin fyri verandi Mýruverk.
Mýruverkið II fer at geva umleið 55 GWh av grønari orku um árið og fer at spara 12.000 tons av olju um árið, samstundis sum CO2 útlátið minkar við 35.000 tonsum um árið.
Mýruverkið II fer at kunna goyma vindorku til tørvur er á streyminum og umskapar á tann hátt óstøðuga vindorku til skipaða elframleiðslu. Samstundis gera stúttu pumpurnar og turbinurnar í verkinum javnvágini millum elframleiðslu og elnýtslu støðuga og er hetta ein fortreyt fyri, at kunna veksa vindorkumáttin við 70 - 100 MW.
Verkætlanin er í fyrireikinging.
Endaligt projekttilfar skal gerast eins og tilfar at fáa tilboð uppá arbeiði og veitingar.
Og so eru týdningarmiklu loyvini, sum skulu útvegast.
Meðan arbeitt hevur verið við byggiætlanini, hevur verið samband við myndugleikar, kommunur og størstu eigararanar av lendinum har arbeiðið kemur at fara fram.
Umsókn um framleiðsluloyvi var sum eitt av tí fyrsta send Umhvørvisstovuni í november í 2019. Viðgerðin har hevur verið drúgv, loyvið er ikki avgreitt enn, men Umhvørvisstovan hevur lovað svar innan heilt fáar dagar og landstýrismaðurin lovaði undan jólum í 2021 at svar skuldi koma áðrenn árslok.
Avtalur skulu gerast um neyðugt lendi til bygverkini og til arbeiðspláss og grótgoymslur.
Umhvørvisárinsmeting er gjørd og send til góðkenningar og somuleiðis skal umsókn sendast friðingarmyndugleikunum.
Byggiloyvi til verkætlanina skal útvegast frá Vestmanna Kommunu og samskiftast skal við tey, sum búgva so, at tey kunnu ávirkast av byggiarbeiðinum, ella ferðsluni í sambandi við byggingina, um hvussu leikur fer, meðan arbeiðið fer fram.
Tá ið byggiætlanin nú nærkast at vera klár, verður samlaða ætlanin løgd fyri aðalfund hjá Sev, sum skal góðkenna at farið verður undir arbeiðið.
Eftir ætlan kann royndarframleiðsla byrja í 2029.
Fram til tá, skal nógv arbeiði gerast. Pumpuorkuverkið fevnir um vatntunnlar og verkhelli við pumpum og turbinum, elmotorum og generatorum, transformarum og eltalvum, kølivatnsskipanir og luftskiftisskipanir, rørleiðingum og kaðalleiðingum, umframt trygdarskipanir og stýriskipanir. Harafturat verða umstøður til viðlíkahald við kontrolrúmi, verkstøðum, manningarrúmum og trygdarrúmi.
Mýruverkið II er at samanbera við nýggju Støð 3 á Sundsverkinum til støddar og í framleiðslumátti; men Mýruverkið II verður alt inni í fjallinum, einans tunnilsmunnarnir og lúkuhúsini við inntøkini verða sjónligi í lendinum.
Mýruverkið II við pumpum og turbinum og øllum tilhoyrandi er staðsett í einum verkhelli, 200 m til longdar, 18 m breitt og 14 m til hæddar, ið verður sprongt út inni í fjallinum norðan fyri Heygadal. Atkoman til verkhellið verður gjøgnum ein 400 m langan atkomutunnil, ið fer inn áleið við omankoyringina til verandi Mýruverk í Heygadali.
Til at veita vatnið av Mýrunum og til verkhellið, verður gjørdur ein 900 metrar langur vatntunnil og ein 240 djúp trykkskakt, ið førir niður til verkhellið.
Til at veita vatnið úr verkhellinum og út í Heygadal, verður gjørdur ein 600 m langur vatntunnil.
Tá ið vatnið er veitt gjøgnum turbinurnar, sum dríva generatorarnar ið framleiða elmátt, streymar vatnið út í niðara vatntunnilin, sum veitir vatnið út í Heygadal. Tá ið vatnið er av tí mesta, er vatnstreymurin upp til 19.000 L um sekundið og verða tá framleidd 40 MW at elmátti.
Er tað hinvegin avlopsmáttur frá vindmyllunum, verða pumpurnar startaðar. Pumpurnar súgva vatnið inn gjøgnum niðara vatntunnilin, lyfta tað upp gjøgnum trykkskaktina og trýsta tað niðan á Mýrarnar. Tá ið vatnið er av tí mesta, verður vatnstreymurin upp til 25.000 L um sekundið og upptaka pumpurnar tá 70 MW av elmátti frá el netinum.
Byggingin av Mýruverkinum II fevnir um at bora og spreingja tunlar og verkhelli. Neyðugt er, at leggja øki út til arbeiðspláss og til fyribils ella verandi grótgoymslur. Økini verða ruddaði og hampaði, og gjørd aftur til haga, tá ið arbeiðið er liðugt.
Byggitíðin fyri pumpuskipanina í Vestmanna verður umleið fimm ár. Arbeiðið fevnir um deilverkætlanir fyri lendisfyrireiking, byggi- og anlegsarbeiði, elektrisk og mekanisk verk, stálarbeiði og veiting av transformarum vm.
Fyrsta uml. hálva árið fer til at rigga arbeiðspláss til. Samstundis verður verandi vegur staðvís breiðkaður har hann er ov trongur til stóru lutirnar, sum skulu setast upp í verkinum.
Síðani verður hildið fram við at bora og spreingja tunlar og at stoypa tey rúm og fundament, sum skulu vera til útgerðina. Hetta arbeiðið er sett at taka tvey ár, innan farast kann undir at seta útgerð upp.
Uppseting av pumpum og turbinum við tilhoyrandi útgerð er sett til tvey ár, samstundis, sum hildið verður fram við liðugtgerð av bygverkum.
Seinasta hálva árið verður roknað til roynd og ígongdseting av verkinum, sum vanliga kemur at vera fjarstýrt frá kontrolrúminum hjá Sev.