Føroya fyrsta sjóvindmyllulund

Føroya fyrsta sjóvindmyllulund

Grøna orkuskiftið krevur væl meiri vindorkumátt enn tær útbyggingar, sum higartil eru framdar. Tað vísir seg at vera avbjóðandi at fáa lendi til vega, og tí er møguleikin fyri eini sjóvindmyllulund umrøddur í Sev.

Ein sjóvindmyllulund kundi framleitt eins nógvan burðardyggan streym og fimm vindmyllulundir á landi

Ein verkætlan kundi verið ein 96-120 MW sjóvindmyllulund í Føroyum við eini mettari úrtøku á 420-520 GWt. Til samanberingar er vindmyllulundin í Húsahaga 12 MW.

 

“Tað er av alstórum týdningi at fáa ferð á grønu útbyggingarnar, skulu vit gera okkum nakra vón um at gerast leys av oljuni í 2030. Í løtuni eru stórar avbjóðingar við útbyggingum á landi av ymsum orsøkum, og tí fara vit nú undir at kanna møguleikarnar fyri vindorkuútbygging á sjóøki”, sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá Sev.

 

Kanningarnar umfata dýpdir, botn-, aldu- og vindviðurskifti, umframt umhvørvisárinsmetingar. Umsókn verður send myndugleikunum um loyvi til at fara undir hetta arbeiðið. Eisini skulu kanningar gerast í mun til íbinding og flutning av orkuni, ið kemur frá eini sjóvindmyllulund, umframt hvørji tiltøk skulu gerast fyri at tryggja framhaldandi støðufesti í elskipanini.

 

Kanna fyrst eystan fyri Nólsoynna

Fyrsta økið, ið ætlanin er at kanna, er eystanfyri Nólsoynna, men einki liggur fast enn.

 

Felags føroysk verkætlan

Fíggingin er ein sjálvsøgd fortreyt fyri verkætlanini, og fyribils metti kostnaðurin av sjóvindmyllulundini er uml. 1,4 – 1,9 mia. kr.

Smáar tvær mia. kr. er ein stór íløga, men Sev metir, at fíggingin kann fáast til vega ígjøgnum eitt breitt samstarv millum fleiri føroyskar fyritøkur.  Eitt nú verandi orkuveitarar, aðrar størri fyritøkur og íleggjarar.

Ein so stór útbyggingarverkætlan hevur nógv avleitt virksemi við sær, og samstarv um verkætlanina hevði verið til gagns fyri allar partar.   

“Vit vita, at vindorka roynist væl sum burðardygg orkukelda í Føroyum. Ein trupulleiki seinastu árini hevur tó verið at koma á mál við ætlaðum vindorkuútbyggingum ymsa staðni á landi í Føroyum, og ein sjóvindmyllulund kundi verið ein góð loysn í mun til grønu kósina, eins væl og til økt vinnuvirksemi”, sigur Terji Nielsen.