Sev fór undir vindorkuframleiðslu í 1993, tá ið ein 150 kW Nordtank vindmylla varð sett upp í Neshaga. Hendan vindmyllan stóð stinn í 28 ár, inntil hon tann 9. november 2021 fórst av snarljósi, sum sló niður í mylluna. Í síni livitíð framleiddi hon tilsamans 12,8 GWt inn á elnetið og spardi samfelagnum 2.696 tons av olju.
Í 2005 setti Sev tríggjar Vestas V47 vindmyllur upp í Neshaga. Talan var um vindmyllur, ið vóru 45 m høgar og tvørmátið á veingjunum var 47 m. Tíverri fórust tvær av hesum vindmyllum um ársskiftið 2011/2012.
Í 2012 vóru tríggjar nýggjar ENERCON E44/900kW settar upp á Eystnesi.
Sum áður nevnt, fórust tvær av Vestas vindmyllunum um árskiftið 2011/2012, og varð hetta grundað á feili í reguleringsútbúnaðinum. Staðfest er, at feilurin hevur verið síðan vindmyllurnar vóru nýggjar, men nú kláraðu tær ikki at standa ímóti mongu stormunum, ið vóru í seinna helmingi í 2011 og um árskiftið 2011/2012. Tí var avgjørt, at taka tí triðju Vestas vindmylluna niður og seta tvær ENERCON E44/900kW upp ístaðin.
Eind | Merki | Generator | ár | Effekt [MW] | Mett miðal framleiðsla pr.ár [GWH] |
1 | Enercon E44 | Enercon | 2012 | 0,900 | 3,5 |
2 | Enercon E44 | Enercon | 2012 | 0,900 | 3,5 |
3 | Enercon E44 | Enercon | 2012 | 0,900 | 3,5 |
4 | Enercon E44 | Enercon | 2012 | 0,900 | 3,5 (fyribils óvirkin - á verkstaði) |
5 | Enercon E44 | Enercon | 2012 | 0,900 | 3,5 |
6 | Nordtank | ABB | 1993 | 0,150 | 0,45 (Ikki longur í rakstri) |