Verkið stendur innanfyri Fossáósan. Á Fossáverkinum eru tvær turbinur, og hesar vóru tær fyrstu, sum framleiddu streym hjá Elfelagnum Sev.
Frá verkinum er rørleiðing løgd 595 m niðan eftir fjallalíðuni til ein hamara. Frá honum er ein tunnil, ið er 1.190 m til longdar, sprongdur yvir í eina byrging í Fonsdali, sum í dagligari talu verður rópt Lómundaroyra, og rúmar hendan 710.000 m³. Úr henni verður vatnið til dagliga raksturin tikið.
Harumframt er ein goymslubyrging longur inni í dalinum, ið verður rópt Vatnið, og rúmar hendan 4.250.000 m³. Úr hesi byrging verður vatn latið í Lómundaroyru.
Báðar byrgingarnar eru úr betongi. Tann ovara byrgingin við Vatnið er 14 m høg. Tann niðara byrgingin við Lómundaroyra er 10 m høg.
Avfalsøkið tilsamans er 16,7 km².
Verkmeistari er Sæmund Tausen.
Eind | Turbina | Generator | Ár | MW | Fallhædd m | Vatnnøgd | Miðal frammleiðsla |
m³/s við 1/1 last | MWh/ár | ||||||
1 | Pelton/Maier | Th.B. Thrige | 1953 | 2,1 | 222 | 1,25 | 4158 |
2 | Francis/Voith | Titan | 1956 | 4,2 | 222 | 2,5 | 17599 |